Arnold Ludvig

føroyskur bassleikari

Arnold Ludvig er ein føroyskur bassleikari. Hann er uppvaksin í Havn, hevur búð uttanlands og býr í løtuni (2015) á Sandi, haðani móður hansara er, saman við kanadisku konu síni, Anna Iakino, ið hann eisini spælir tónleik saman við í bólkinum Monkey Rats. Arnold spælir jazztónleik, hann hevur spælt við fleiri bólkum, eisini við rocktónleikabólkum, sum t.d. Terji og føstufressar og Plúmm. Í 2005 vann hann heiðurin sum Føroya besti bassleikari á AME tiltakinum. Í 2013 útgav hann tónleikaútgávuna Arnold Ludvig Sextet - Voyages. Tað var TUTL, ið gav fløguna út. Tey ið spæla við í sextettini eru: Arnold Ludvig - Fender Jazz fretless bass & acoustic guitar á lagnum 'Port of Thor', Mariane Bitran spælir floytu, Simon Spang-Hanssen spælir alto & soprano saxofon, Alain Apaloo spælir Fender Stratocaster guitar, Marko Martinovic spælir piano & Würlitzer og Niclas Campagnol spælir trummur. Í 1992 fekk Arnold fíggjarligan styrk (legat) frá FIH Reykjavík, Ísland, har hann las jazz tónleik frá 1990 til 1993. Arnold las eisini jazz á McGill University í Montreal, Quebec, Kanada frá 1993 til 1995.[1]

Arnold Ludvig í 2015

Tónleikaútgávur rætta

Egnar útgávur rætta

  • 2013 - Arnold Ludvig Sextet - Voyages, TUTL

Við GoGo Blues rætta

  • 2005 - GoGo Blues[2]

Við Kristleif Zachariassen rætta

  • 2004 - Litleysir Blettir

Við Plúmm rætta

  • 2003 - Allar Ættir. Arnold spældi bass og gjørdi løg.

Við Bet E & Stef

  • 2002 - Bet E & Stef - Day by Day

Við Terji og Føstu Fressar rætta

  • 2000 - Terji

Saman við Holger Laumann & Plúmm rætta

  • 1991 - Holger Laumann & Plúmm

Saman við Greengate rætta

  • 1998 - "Pastel Shades" við Greengate Tutl.

Við Maxime de la Rochefoucauld rætta

  • 1997 - Automates Ki

Heiður rætta

  • 2005 - Vann heiðurin sum Føroya besti bassleikari á Atlantic Music Event
  • 2005 - GoGo blues vann heiðurin sum Ársins tónleikabólkur á AME.

Keldur rætta

  1. "arnoldludvig.com - About". http://arnoldludvig.com/about.html. Heintað 2015-02-02. 
  2. allmusic.com - Arnold Ludvig

Slóðir rætta

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið