Trygvi Danielsen móttók Virðisløn til ungt listafólk 2013, sum var ein av Mentanarvirðislønum landsins 2013. Bjørn Kalsø, mentamálaráðharri, handaði virðislønina í Stóra Pakkhúsi í Vági.

Trygvi Danielsen er ein føroyskur rithøvundur, tónleikari og leikstjóri. Hann er limur í tónleikabólkinum The Absent Silver King, sum vann tónleikakappingina Sement í 2013.[1] Í 2013 gav hann út eitt savn við yrkingum og stuttsøgum umframt eina LP-plátu, sum hevði heitið The Absent Silver King. Hann hevur eisini útgivið yrkingar og stuttsøgur í tíðarritunum Vencili og Varðanum. Hann hevur eisini leikstjórna filmum. Í 2018 vann hann Geytan 2017 fyri stuttfilmin 111 góðir dagar.

Givið útRætta

  • 2013 - The Absent Silver King. Yrkinga- og stuttsøgusavn og LP-pláta

HeiðurRætta

KeldurRætta

  1. Kvf.fo, Brellbiti: Brot úr debutsavninum hjá Trygva Danielsen
  2. In.fo, Trygvi Danielsen ársins unga listafólk
  3. Egholm, Sverri (10. mars 2018). "Yvirlit: Hesi vunnu FMA-virðisløn". Portal.fo. http://portal.fo/yvirlit+hesi+vunnu+fmavirdislon.html. Heintað 12. mars 2018. 

Slóðir úteftirRætta