Robert Joensen (28. august 1912 í Klaksvík - 19. mai 1997) var kommunuskrivari í Klaksvík, fólkalívsfrøðingur og heiðursdoktari á Fróðskaparsetrinum í 1990. Átjan ára gamal leitaði hann sær til Danmarkar, har hann tók preliminerprógv og seinni studentsprógv. Hann tók so upp guðfrøðislestur fyrst á lærda háskúlanum í Árhus og seinni í Keypmannahavn, men hann var staddur heima, tá 2. heimsbardagi brast á og skipasambandið Danmarkar og Føroya millum varð kvett -tá ið kríggið var av, hevði Joensen fingið starv sum skrivari hjá Klaksvíkar kommunu, fimm ár vóru liðin, og hann tók ikki gudfrøðislesturin upp aftur.

Robert Joensen
er eitt menniskja
Fødd(ur) 28. aug 1912 í/á Klaksvík
Andaðist 19. mai 1997 í/á Klaksvík
Alma mater Aarhus Universitet, Københavns Universitet
Starv Norwegian public servant, politikari, høvundur, yrkjari, ethnologist
Politiskur flokkur Hin føroyski fólkaflokkurin
Mál danskt mál
Dátuheiti
ISNI 000000003972551X
VIAF 1657083
LCAuth n91120866

Robert hevur havt mong álitisstørv, m.a. sat hann á løgtingi umboðandi Fólkaflokkin 1943-1945.

Bøkur

rætta
  • 1942 – Klaksvíkar bygd í søgu.
  • 1946 – Útróður 1845–1945.
  • 1958 – Royvið.
  • 1959 – Bøleiðin.
  • 1960 – Greivabitin.
  • 1961 – Glaða og brenna vita.
  • 1962 – Grindaboð í Havn.
  • 1968 – Býta seyð og fletta.
  • 1972 – Vambarkonan.
  • 1974 – Høgtíðir og veitsluhald á vetri.
  • 1979 – Fåreavl på Færøerne.
  • 1979 – Minnismyndir og søgubrot 1.
  • 1981 – Forn føroysk boðsending.
  • 1983 – Ymiskt um seyð og av seyði.
  • 1986 – Knassar eru tit.
  • 1989 – Glaðingarstøð í Føroyum.
  • 1990 – Minnismyndir og søgubrot 2.

Heiður

rætta