Valdemar Poulsen (20. apríl 1909 í Havn) barberur og rithøvundur. Hann varð føddur í Havn í 1909, sonur Vilhelm S. Poulsen. Valdemar fekk tann lærdóm, sum Havnar skúli tá hevði at bjóða, eitt viðføri, ið ikki mundi røkka langt, dugdi maður sær ikki sjálvur at byggja omaná og víðka sjónarringin. Hetta dugdi Valdemar og heilt frá ungum av las hann nógv, føroyskt eins væl og heimsbókmentir.

Ungur fór hann í handverkaralæru, var eitt skifti niðri í Danmark, kom so heim aftur og setti seg niður sum hárskeri í høvuðsstaðnum. Fyrsta stóra skaldaverk Valdemars er sjónleikurin "Sat sapienti", sum varð framførdur á fyrsta sinni á vári 1958. Heitið er útlendskt, og tað er umhvørvið eisini, leikurin fer fram í. Í 1965 kom annar sjónleikurin "Og tó skínur sólin".

Heiðurslønir

rætta

Útgivið

rætta
  • 1948: Havnar Telvingarfelag 25 ára minnisrit (ritstjóri)
  • 1960: Meðan havaldan dúrar (søgur og hugmyndir)
  • 1960: Sat sapienti (sjónleikur)
  • 1961: Børkuvísur
  • 1963: Hin ivingarsami (útvarpsleikur)
  • 1965: - og tó skínur sólin (sjónleikur)
  • 1968: Næstringarnir (útvarpsleikur)
  • 1978: Osvald (skaldsøga)[1]
  • 1979: Ein tíðarmynd (søgur og leikrit)

Keldur

rætta
  1. Snar.fo