Mads Andreas Jacobsen

føroyskur politikari, bókavørður og rithøvundur
(Ávíst frá M. A. Jacobsen)

Mads Andreas Jacobsen (17. september 1891 í Tórshavn - 31. mai 1944) var ein føroyskur rithøvundur, politikari, lærari og bókavørður. Eftir preliminerskúlan í Havn í 1907, fór hann til Keypmannahavnar at ganga á studentaskúla. Hann tók studentsprógv í 1910. Í nøkur ár læs hann síðan matematik, alisfrøði, evnafrøði og astronomi, men hann gjørdi seg ikki lidnan við lesnaðin. Frá 1914 til 1919 var hann lærari í realskúlanum og á Føroya Læraraskúla. Í 1919 bleiv hann útvaldur av Føroya Løgtingi til at seta á stovn eitt føroyskt bókasavn. Hann fór til Danmarkar at nema sær útbúgving til tað endamálið, og í 1921 varð hann settur í starv sum bókavørður á Færø Amtsbibliotek, sum seinni fekk navnið Føroya Landsbókasavn, og har arbeiddi hann til hann andaðist í 1944. Hann gjørdist formaður fyri Føroya Fornimmissavn í 1920. Hann var formaður í Varðanum frá 1918-34, nøkur ár saman við Richard Long. Hann skrivaði nakrar stuttsøgur og nakrar yrkingar, men tað mesta av tí hann skrivaði var yrkisbókmentir og vísindalig verk. Hann skrivaði m.a. bøkur til undirvísingarnýtslu og tók sær eisini av at ritstjórna og at útgeva bøkur ið onnur høvdu skrivað.[1]

Mads Andreas Jacobsen
er eitt menniskja
Fødd(ur) 17. sep 1891 í/á Tórshavn
Andaðist 31. mai 1944 í/á Tórshavn
Starv politikari, bókavørður, lærari, høvundur
Politiskur flokkur Nýtt Sjálvstýri
Mál Føroyskt mál
Dátuheiti
ISNI 0000000081432761
VIAF 64081305
LCAuth n82159979
Commons Mads Andreas Jacobsen

Politiska lívleiðin rætta

Útgivið rætta

Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens rætta

Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens eitur eftir honum. Tórshavnar býráð valdi at heiðra minni um M.A. Jacobsen við at heiðra einum ella fleiri føroyskum rithøvundum hvørt ár á føðingardegi hansara. Virðislønin var í fyrstani bert givin til ein ella tveir rithøvundar, men í 1969 var virðislønin býtt upp í tveir partar, ein virðisløn (ella fleiri) skuldi latast fyri fagrar bókmentir, og ein (ella fleiri) skuldi gevast fyri yrkisbókmentir. Í 1983 legðist ein bólkur afturat, sum verður nevndur "Annað mentunarligt avrik".

Keldur rætta

  1. Denstoredanske.dk