Katrina Østerø
Katrina á Trøllanesi Østerø (fødd 16. august 1897) var ein føroyskur rithøvundur av Trøllanesi. Hon var loysingarsinnað og limur í Fólkaflokkinum.[1] Hon var bert 6 ára gomul, tá hon misti mammuna, og bert 12 ára gomul, tá hon misti pápan. Eftir tað var hon nógv á Húsum. Á sumri 1927 lærdi hon veving á Føroya Fólkaháskúla. Árið eftir gekk hon á skúla í Danmark, har hon lærdi "kunstflid" í Keypmannahavn. Í 1929-30 var hon hondarbeiðslærarinna á Føroya Fólkaháskúla, og í 1931 gekk hon á vevskúla í Oslo. Eftir tað hevur hon búð í Havn, á Eiði, í Mikladali og so aftur á Trøllanesi.[2]
Útgivið
rætta- Plantuliting, Føroyskt Heimavirki, 1972
Heiður
rætta- 1973 - Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens fyri bókina "Plantuting"
Keldur
rætta- ↑ "Utoyggj.fo". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2013-12-08. https://web.archive.org/web/20131208030444/http://www.utoyggj.fo/pages/list-av-utoyggj.php. Heintað 2013-10-23.
- ↑ Snar.fo, Katrina Østerø á Trøllanesi (1897-)