Trøllanes
Trøllanes er ein bygd í Kalsoy. Trøllanes er tann norðasta av fýra bygdum á Kalsoynni og liggur væl vard millum Nestindar og Borgarin, sum er tað norðara fjallið av teimum báðum. Trøllanes er næstnorðasta bygd í Føroyum. Tann norðasta bygdin í Føroyum er Viðareiði, sum liggur á Viðoynni.
Trøllanes | |
Troldenæs (danskt) | |
Bygd | |
Trøllanes
| |
Land | Føroyar |
---|---|
Sýsla | Norðoyar |
Oyggj | Kalsoy |
Kommuna | Klaksvíkar kommuna |
Íbúgvar | 15 (2015)[1] |
Postnummur | FO-797 |
Markatal | 16-00-00 |
|
Frá Trøllanesi kanst tú ganga til vitan úti á Kallinum. Haðan kanst tú síggja norðastu Føroyar og hyggja út í havsbrúnna. Á Trøllanesi kanst tú eisini vitja Mikkjalssmiðju. Mikkjalssmiðja er í minsta lagi 200 ár – kanska 300 ár, so smiðjusiðvenjan hevur djúpar røtur í bygdini. Nakrir av bestu smiðunum í Føroyum upp ígjøgnum tíðina eru ættaðir av Trøllanesi og Mikladali, haðan fleiri mæt listafólk eisini eru ættað.[2]
Keldur
rættaHeimsatlas, Føroya Skúlabókagrunnur, Tórshavn 1993, 2. upplag 1994.
Slóðir úteftir
rætta- ↑ Hagstova.fo
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2018-05-13. https://web.archive.org/web/20180513180852/http://nordoy.visitfaroeislands.com/fo/nordoyggjar-(1)/kalsoy/. Heintað 2018-12-21.