Sigurð Joensen (27. apríl 1911 - 1. oktober 1993) var ættaður frá Gjógv og føroyskur rithøvundur. Fleiri av børnum og abbabørnum hansara hava gjørt seg galdandi innan føroyskt mál, skriving, sjónleik og gransking. M.o. Turið Sigurðardóttir, Sigri M. Gaïni og Firouz Gaïni. Frá 1941 til 1945 var hann blaðstjóri á Búgvanum. Í 1948 var hann við til at stovna Tjóðveldisflokkin saman við Erlendur Patursson, Jákup í Jákupsstovu og Hanus við Høgadalsá. Frá 1958 til 1970 var hann løgtingsmaður fyri Tjóðveldi.

Sigurð Joensen
er eitt menniskja
Fødd(ur) 27. apr 1911 í/á Gjógv
Andaðist 1. okt 1993 í/á Tórshavn
Starv rithøvundur, politikari, advokatur
Politiskur flokkur Tjóðveldi
Børn Turið Sigurðardóttir
Mál danskt mál
Dátuheiti
ISNI 0000000032103259
VIAF 73130444
LCAuth n96120561

Bókmentir rætta

  • 1958 - Gráa dunna (barnabók)
  • 1959 - Kálvamuan (barnabók)
  • 1959 - Lítli Sjúrður (barnabók)
  • 1960 - Lambamæið (barnabók)
  • 1987 Eg stoyti heitt I–II
  • 1991 Hvíti tarvur
  • 1991 Smálombini
  • 1998 Tekstir 1940–1992
  • 1998 Kjørbreyt

Heiðurslønir rætta

  • 1977 - Barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs fyri Kálvamuan, Lítli Sjúrður og Lambamæið.
  • 1987 - M.A. Jacobsens virðisløn fyri Eg stoyti heitt, sum dóttir hansara (Turið Sigurðardóttir) savnaði og legði til rættis.