Jákup Pauli Gregoriussen
Jákup Pauli Gregoriussen (føddur 24. apríl 1932 í Tórshavn) er ein føroyskur arkitektur, rithøvundur og grafikari.
Jákup Pauli er sønur Liffu og Magnus Gregoriussen. Hann er útbúgvin arkitektur frá Det Kongelige Danske Kunstakademi, Keypmannahavn.
Hann hevur m.a. teknað Listasavn Føroya í 1970 og útbyggingina av Listasavninum í 1993. Sum grafikari hevur hann teknað eina røð av føroyskum frímerkjum fyri Posta (fyrr Postverk Føroya), og illustrerað bøkur við býar og landslagsmotivum úr Føroyum, Russlandi, Póllandi, Rom og Egyptalandi.
Í 1998 fekk hann Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens fyri verk sítt í fýra bindum um kirkjurnar í Føroyum (1995-1999). Verkið er teknað av honum og greiðir frá um Føroya kirkjusøgu. J.P. Gregoriussen hevur eisini virkað sum ráðgevi í sambandi við ístandsetan av føroyskum kirkjum.
Hin 15. januar 2016 fekk hann Heiðursgávu Landsins frá Mentamálaráðnum.[1]
Bygningar
rætta- 1979: Føroya Landsbókasavn, Tórshavn
- Kringvarpshúsið Tórshavn
- Apotekið í Klaksvík
- Bygningurin hjá Eik banka í miðbýnum í Tórshavn (fyrr Føroya Sparikassi)
Útgivið
rætta- Ferðatekningar. Tórshavn: Egið forlag, 1986, 50 síður
- Tórshavn, vár miðstøð og borg. Gøta: Aldan, 1989 (110 síður, tekningar úr Tórshavn)
- Kirkjurnar í Føroyum - verk í fýra bindum.
- Gomlu trækirkjurnar. Velbastað: Forlagið í Støplum, 1995 ISBN 99918-914-0-4 (227 síður)
- Yngru hválvkirkjurnar. Velbastað: Forlagið í Støplum, 1998. ISBN 99918-914-2-0 (316 síður)
- Nýggjaru kirkjurnar. Velbastað: Forlagið í Støplum, 1999 ISBN 99918-914-3-9 (326 síður)
- Tórshavn vár miðstøð og borg II: tekningar úr Havn. Velbastað: Forlagið í Støplum, 2000. ISBN 99918-914-4-7 (104 síður, tekningar úr Tórshavn)
- Um heimsins borgir. Velbastað: Forlagið í Støplum, 2002. ISBN 99918-914-5-5 (112 síður)
Heiðurslønir
rætta- 2015 - Heiðursgáva Landsins frá Mentamálaráðnum.[2]
- 1998 - Bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir.
Keldur
rætta- ↑ in.fo - J. P. Gregoriussen fekk Heiðursgávu Landsins Archived 2017-02-02 at the Wayback Machine, Eirikur Lindenskov 15.01.2016
- ↑ in.fo - J. P. Gregoriussen fekk Heiðursgávu Landsins Archived 2017-02-02 at the Wayback Machine, Eirikur Lindenskov 15.01.2016