Hanus Kamban
Hanus Kamban (25. juni 1942 í Saltangará sum Hanus Andreassen, navnskifti 2000) er millum bestu stuttsøguhøvundar okkara. Fyrsta stuttsøgusavn hansara "Dóttir av Proteus" bar beinanvegin boð um ein høvund, sum hevði víðan sjónarring og sum hevði sett seg inn í tilverulig viðurskifti, bæði sosialt og í tíð. Stuttsøgusøvn Hanusar eru dygdarsøvn og hansara næru og livandi lýsingar av vanligum menniskjum og teirra gerandisítrivum er skaldskapur, tá hann er bestur. Størsta verk Hanusar er eitt tribindverk um skaldið Janus Djurhuus. Við sínum neyvleika og nærlagni hevur Hanus skapt eina dygga lýsing av skaldinum og menniskjanum Janusi Djurhuus.
- 1992 - 1994 Formaður í Rithøvundafelag Føroya.
Heiðurslønir og tilnevningar
rætta- 1980 - Bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir.
- 1986 - Bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrarbókmentir.
- 1990 - Gávugóðs úr Grunni Kristjans á Brrekkumørk.
- 2001 - Vann við søguni "Angels Place" stuttsøgukapping Listastevnu Føroya.
- 2002 - Tilnevndur Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri Pílagrímar
- 2004 - Mentanarvirðisløn Landsins
- 2007 - Lívslanga veiting frá Statens Kunstfond.[1]
- 2012 - Tilnevndur Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri Gullgentan
- 2015 - Tilnevndur heiðursdoktari (Ph.d. h.c.) við Fróðskaparsetur Føroya.
Útgivið
rætta- 1979 - Kveikt og kannað (yrkingar/greinir og týðingar eftir Rikard Long)
- 1980 - Dóttir av Proteus (stuttsøgur)
- 1982 - Við tendraðum lyktum (stuttsøgur)
- 1985 - Tíðartinnur (greinasavn)
- 1986 - Hotel heyst (stuttsøgur)
- 1994 - Hjalmar Söderberg (stutt ævisøga)
- 1994 - J.H.O. Djurhuus - ein bókmentalig ævisøga I
- 1995 - J.H.O. Djurhuus - ein bókmentalig ævisøga II
- 1997 - J.H.O. Djurhuus - ein bókmentalig ævisøga III
- 2000 - Tann bráðvakra hugsjónin (greinasavn)
- 2000 - Heystveingir (sjónleikur)
- 2001 - Heimahøllin (kantata saman við tónaskaldinum Kára Bæk)
- 2001 - Pílagrímar (stuttsøgur)
- 2003 - Jósef Stalin (um lív og politik Stalins)
- 2007 - Hjarta uttan fylgisneyta: Herman Bang 150 ár (essay)
- 2008 - Cafe Europa (yrkingasavn)
- 2010 - Gullgentan (stuttsøgur, tilnevnd til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2012)
- 2012 - Guldpigen (á donskum), Kirsten Brix týddi
- 2019 - Hans Andrias - ein bókmentalig ævisøga
- 2022 - Tað lovaða landið
Týðingar
rætta- 1969 - Drekin og aðrar søgur (Greene, Wells, Bradbury, Maugham)
- 1979 - Dreymur um eitt undarligt land (Greene)
- 1989 - Othello (Shakespeare)
- 1991 - Tey deyðu (Joyce)
- 1994 - Glas lækni (Söderberg)
- 2002 - Tað nýggja Atlantis (týddar stuttsøgur í scinece-fiction sjangrini)
- 2014 - Manor (Stuttsøga eftir Karl Heinrich Ulrichs)
Keldur
rætta