Jóan Pauli Joensen (doyptur Joen Pauli Joensen, føddur 30. apríl 1945 í Sørvági) er føroyskur mentanargranskari, fólkalívsfrøðingur, søgumaður og professari í siðsøgu.[1]

Lívsleið

rætta

Hann vaks upp á Kelduni í Sørvági og gekk barnaárini í Sørvágs skúla, seinni á framhaldsskúla í Vágum. Gekk 8. og 9. skúlaár í Sørvági og seinasta árið á skúlanum á Giljanesi, har hann fekk preliminerprógv í 1962. Í august í 1963 kom hann sum læraravikarur til Gásadals, har hann varð verandi til 1964.

Frá 1966 hevur hann verið innskrivaður sum lesandi við Aarhus Universitet, og frá 1970 var hann eisini innskrivaður við Lunds Universitet. Hann hevur lokið fulla akademiska útbúgving við bæði universitetini í etnografi, etnologi og søgu. Í 1975 varð hann filosofie doktor við Lunds universitet og varð docentur sama stað í 1980. Í 1987 varð hann dr. phil. við Aarhus Universitet.[2] Síðani 1989 var hann føstum starvi sum professari í fólkalívsfrøði og siðsøgu á Fróðskaparsetri Føroya. Hann stóð sum rektari fyri leiðsluni á Fróðskaparsetri Føroya frá 1991 til 1998 og frá 2004 til 2011.

Útgávur (úrval)

rætta

Heiður

rætta

Slóðir úteftir

rætta

Keldur

rætta
  1. Jóan Pauli Joensen, setur.fo
  2. "Jóan Pauli Joensen, Bókhandilin á Vaglinum". 29. apríl 2019. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2019-04-29. http://archive.today/Xk1C3. 
  3. Avrik Jóan Pauli Joensen, sprotin.fo