R. K. Rasmussen

danskur/føroyskur lækni

Rasmus Kristen Rasmussen (f. 8. november 1886 í Pedholt, Århus amt - d. 4. august 1961 í Havn) var borin í heim 8. november 1886 í Pedholt sunnan fyri Árhus í Danmørk. Í 1906 tók hann studentsprógv við Árhus Kathedralskúla og veturin 1914-1915 læknaprógv við lærda háskúlan í Keypmannahavn. Aftan á at hava búgvið seg betur út á ymsum sjúkrahúsum í Danmark, tók hann á sumri 1920 við læknaembæti við sæti á Eiði, og her kom hann at virka í 32 ár, til hann vegna aldur og við eftirløn legði starvið frá sær og flutti til Havnar at búgva. Her andaðist hann 4. august 1961.

R. K. Rasmussen
er eitt menniskja
Fødd(ur) 8. nov 1886 í/á Aarhus
Andaðist 4. aug 1961 í/á Tórshavn
Starv lækni
Dátuheiti
VIAF 18933913
LCAuth n95093424

Eiðisdoktari, sum hann vanliga varð róptur manna millum, greiddi úr hondum eina mongd av læknafrøðiligum greinum um heilsuviðurskifti, helst í egnum læknadømi, men eisini í Føroyum yvirhøvur. Kendasta rannsóknarúrslitið man vera illgruni hansara, sum førdi til vissu um upprunan til hina herviligu nátasjúkuna. Eftir er at nevna "Gomul føroysk heimaráð", ritgerðin, sum Føroya Fróðskaparfelag gav út í føroyskari týðing í 1958 og sum tryggjar R. K. Rasmussen Eiðislækna, sess í bókmentasøgu okkara.

Útgivið

rætta
  • 1958 - Gomul føroysk heimaráð.

Heiðurslønir

rætta
  • 198? - John Davidsen: Rasmussen, Rasmus Kristen, í: Dansk Biografisk Leksikon, 3. udgave