Lat upp høvuðsmeny

Marianne Clausen

danskur tónleikafrøðingur

Marianne Clausen (fødd 1947, deyð 17. september 2014) var ein danskur tónleikafrøðingur og kórleiðari. Hon er best kend fyri sítt granskingararbeiði í føroyskum siðbundnum tónleiki. Arbeiði hennara fevndi um niðurskriving av upptøkum av kingosangi, kvæðum, vísum og skjaldrum. Hon gav út sítt lívsverk, sum kom í fýra bókum frá 2003 til 2012.[1] Hon varð heiðra í Føroyum fyri hetta arbeiði, hon fekk Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens í 2003 og Heiðursgávu landsins í 2012. Hon hevur eisini gjørt munagott arbeiði við at niðurskriva løgini eftir Regin Dahl. Marianne stjórnaði føroyska kórinum í Keypmannahavn, Húsakórið, í fleiri ár.[2]

Marianne Clausen
Marianne Clausen in 1995.jpg
er eitt menniskja
Fødd(ur) 25. des 1947
Andaðist 17. sep 2014
Starv kórleiðari, tónleikafrøðingur, conductor
Mál Danskt mál
Dátuheiti
LCAuth n78015306

ÚtgávurRætta

  • 2014 - Føroya ljóð Sound of the Faroes, 280 føroysk løg, Forlagið Stiðin gav út,[3] 319 síður, tvær fløgur við upprunaupptøkum til 67 nótadømi fylgja við bókini.Tróndur Patursson hevur gjørt kápumyndina, ISBN: 978-99918-42-73-8
  • 2012 - Skjaldur rímur og ramsur Faroese skjaldur and rhymes, Stiðin, 257 síður, ISBN: 978-99918-42-67-7
  • 2010 - Vísuløg í Føroyum Danish folk ballads in the Faroes, Stiðin, 506 síður, ISBN: 9789991842592
  • 2006 - Andlig vísuløg í Føroyum Spiritual songs in the Faroes, Forlagið Stiðin, 542 síður, ISBN: 978-99918-42-41-1
  • 2003 - Føroya kvæði VIII - Løgini
  • 1995 - Hundredesyv visebogen. - H.N.Jacobsens bókahandil gav út. 280 síður

HeiðurRætta

 
Con Brio kórið í Póllandi í juni 2009. Marianne Clausen situr í fremstu røð nummar trý frá vinstru.

KeldurRætta