Svenning Tausen (føddur í Hovi 12. apríl 1936, deyður 5. november 2013) var ein føroyskur rithøvundur, lærari og ritsjóri. Hann starvaðist fyrst sum lærari í Føroya Millum- og Realskúla til 1961, síðan í Føroya Studentaskúla 1961-74 og eftir hetta sum varaskúlastjóri í nýggja Eysturskúlanum til 1996, tá ið hann legði frá sær.[1] Hann ritstjórnaði Mína jólabók í nógv ár og var eisini blaðstjóri á Barnablaðnum frá 1959 til 1973.

Hann var nevndarlimur í Bókadeild Føroya Lærarafelags frá 1958 til 1965 og aftur frá 1987 til 2001. Hann var ein teirra, ið fingu sett á stovn Bókamiðsøluna í 1968, og hann var formaður í nevndini fram til 1981.

Hann var giftur Amy (f. Olsen). Tey fingu tvey børn: Duritu og Magnus.

Útgávur

rætta
  • 1962 Bíbliusøgur
  • 1965 Hans Andrias Djurhuus í Barnajól
  • 1968 Gleðilig jól í Barnajól
  • 1969 Friður á foldum í Míni jólabók
  • 1971 At spæla grýla í Sig mær eina søgu 1
  • 1978 Bíbliusøgur

Heiður

rætta

1990 Virðisløn M. A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir[2]

Keldur

rætta
  1. "bfl.fo, Svenning farin". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2015-06-10. https://web.archive.org/web/20150610215029/http://bfl.fo/V%C3%ADs-t%C3%AD%C3%B0indi.aspx?ID=881&Action=1&NewsId=7204&M=NewsV2&PID=2518#.UoTJGmSovoo. Heintað 2013-11-14. 
  2. "bfl.fo, Svenning Tausen". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2015-06-10. https://web.archive.org/web/20150610201851/http://www.bfl.fo/Rith%C3%B8vunda-v%C3%ADsing.aspx?ID=1010&GROUPID=GROUP639. Heintað 2013-11-14.