Bókadeild Føroya Lærarafelags
Bókadeild Føroya Lærarafelags, ofta stytt BFL, varð stovnað í 1956. BFL hevur givið nógvar bøkur út, serliga til børn og ung. Hetta virksemið hevur verið skipað gjøgnum barnabókaklubba og ungdómsbókaklubba. Bókadeild Føroya Lærarafelags er helst virknasta forlag í landinum. Føroya Lærarafelag eigur Bókadeild Føroya Lærarafelags. Í 1985 setti forlagið Ingrið Sondum í starv sum leiðara, sum burturav fekst við bókaútgávu. Í 1997 varð Niels Jákup Thomsen settur sum leiðari á Bókadeildini.
Hvørji jól, síðan forlagið varð sett á stovn, er "Mín jólabók" komin út. Tær fyrstu jólabøkurnar høvdu bleytar permur, men síðan 2004 er jólabókin vorðin sum stór myndabók í litum við stívari permu. Innihaldsliga er hon broytt munandi við adventssøgu og ítrivi til børnini.