Heðin M. Klein
Heðin Magni Kristin Súni Klein (* 28. februar 1950 við Gjógv) lærari, yrkjari og politikari. Heðin var føddur á Landssjúkrahúsinum í Havn í 1950, vaks upp við Gjógv. Hann fór til Havnar at ganga í skúla 15-ára gamal og tók læraraprógv í 1972. Heðin hevur í mong ár starvast sum lærari, fyrst á Sandoyar Meginskúla 1972-1983, flutti síðan til Havnar, har hann var lærari á Eysturskúlanum frá 1983 til 1998. Frá 1998 til 2004 starvaðist hann sum dagligur leiðari í Føroya Skúlabókagrunni (Nám), síðan 2004 hevur hann aftur starvast sum lærari í Eysturskúlanum. Heðin hevur verið virkin innan mong øki. Hann hevur sitið í bygdaráði, á løgtingi og í landsstýrinum umboðandi Tjóðveldisflokkin. Hann hevur verið í nevndini og verið formaður í Norrøna Felagnum í Føroyum, í nevndini fyri Skúlabókagrunnin og í nevndini og formaður fyri Rithøvundafelagið (1994-97 og 2006-07). Heðin hevur skrivað og givið út nøkur yrkingarsøvn. Eisini hevur hann lagt útgávur til rættis, týtt og ummælt. Í sínum yrkingum lýsir og viðger Heðin m.a. náttúruna, mannalyndi og eksistensiellar spurningar. Yrkingin Onkuntíð er úr savninum „Væmingar og vaggandi gjálv,“ sum kom út í 1969. Summar yrkingar hansara eru tolkaðar á øðrum málum, eitt nú á íslendskum, nýnorskum, donskum, enskum, týskum, svenskum, russiskum, finskum, italskum og serbo-kroatiskum.[1]
Heðin M. Klein | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 28. feb 1950, 1950 í/á Tórshavn |
Alma mater | Føroya Læraraskúli |
Starv | politikari, yrkjari, týðari, lærari |
Politiskur flokkur | Tjóðveldi |
Dátuheiti | |
VIAF | 293256341 |
LCAuth | n2013074673 |
Útgivið
rættaEgnar útgávur
rætta- 1969 - Væmingar og vaggandi gjálv, yrkingar, Næmingafelag Føroya Læraraskúla.
- 1983 - Strandvarp, yrkingar, Egið forlag.
- 1985 - Ljóðsins Ljóð, yrkingar, Egið forlag.
- 1994 - Veggjagrøs, yrkingar, Forlagið Fannir.
- 2004 - Móti tøgnini, egnar yrkingar og týðingar eftir Olav H. Hauge, Mentunargrunnur Studentafelagsins.
- 2012 - Vatnskorpur fyri tøgnina, egnar yrkingar og týðingar eftir Paul Celan.
- 2014 - Afturljóð - úrvaldar yrkingar 1969 til 2014, Mentunargrunnur Studentafelagsins.
- 2015 - Tað orðið - ein yrking, Mentunargrunnur Studentafelagsins
- 2016 - Orð av øðrum, greinir, Mentunargrunnur Studentafelagsins
- 2019 - Mær er so ymiskt, ørindakrotan, Sprotin
- 2020 - Tað orðið, onnur økt útgáva, Sprotin
- 2021 - Millum blundirnar, Sprotin
Týddar útgávur
rætta- Flytifuglur (1972), savn við útlendskum yrkingum, saman við Steinbjørn B. Jacobsen
- Ein vakran summardag (1990) eftir Max Bollinger og Jindra Capek, Bókadeildin.
- Okkurt óreint í kálinum (1992) eftir Diz Wallis, Bókadeildin.
- Faðir mín, Sólin (1992) eftir Nils-Aslak Valkeapää – saman við Róa Paturssoni, Norðurlandahúsið.
- Tá ið dýrini bardust (1993) eftir Diz Wallis, Bókadeildin.
- Nú ríður tú heim (2005) yrkingar eftir Olav H. Hauge, Bókadeildin.
- Tala tú eisini (2014) yrkingar eftir Paul Celan
- Jón Arason (2015) skaldsøga eftir Gunnar Gunnarsson, Sprotin
- Vøluspá (2017), Mentunargrunnur Studentafelagsins
- So vøkur tú ert (2018), ungdómsskaldsøga eftir Brynjulff Jung Tjønn, Bókadeild Føroya Lærarafelags
- Tín angist er lýsandi vorðin (2019), yrkingar eftir Nelly Sachs, Sprotin
- Í umfari (2020), týddar yrkingar, Sprotin
Heiðurslønir
rætta- 1985 - Bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir
- 2016 - Bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir