Jens-Kjeld Jensen er ein fugla- djóra- skordýrs- og náttúruserfrøðingur, sum er sjálvlærdur. Hann er rithøvundur og hevur útgivið fleiri bøkur um djóralívið og fuglalívið í Føroyum. Í mai 2015 varð hann tilnevndur heiðursdoktari av Fróðskaparsetri Føroya. Hann er dani, men hevur búð í Føroyum síðan 1970. Hann býr í Nólsoy saman við unnustu síni Maritu Gulklett. Hann tekst við ymiskum náttúrutengdum virksemi.

Kendastur er hann helst sum fuglaútstappari, men harumframt er hann serfrøðingur í føroyskum fuglum og skordýrum, og eisini hevur hann stóran áhuga í plantum. Í Nólsoyar bygd hevur hann eisini ein garð við ymiskum føroyskum pílasløgum. Hann hevur funnið fleiri nýggj djórasløg, nýggj sløg av skordýrum og lúsum. Hann hevur nógv samband við bæði føroyingar og útlendingar. Í 2012 varð hann heiðraður við Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens fyri Mentanaravrik. Í 2020 fekk hann umhvørvisheiðurslønina hjá Norðurlandaráðnum.

Heiður rætta

Útgávur, bøkur og bóklingar rætta

  • 2012 - Malemukken på Færøerne
  • Lundefangst - en fangstdag på Nólsoy
  • Lundafleyg - ein fleyadagur í Nólsoy
  • Puffin fowling - a fowling day in Nólsoy
  • På vandring i Nólsoys fortid
  • 2010 - Firvaldar - 155 ymiskir firvaldar í Føroyum, saman við Hans Eli Sivertsen. [4]
  • Harutíðindi - blað á 12 síður

Slóðir rætta

Viðmerkingar rætta

  1. Grundgeving: "Nevndin sigur, at hann síðan hann kom til Føroya í 1970 hevur granskað føroysku náttúruna sum fáur. Hann tók við virkseminum hjá Niels á Botni sum fuglakennari og útstappari, og úr Nólsoy hevur hann við árunum eggjað fólki um alt landið til at halda eyga við fuglum. Ivasamt er, um nakar áhugaverdur fuglur er í føroyskum loftrúmi, uttan at Jens-Kjeld veit av tí. Náttúrualskurin er so stórur, at hann rúmast ikki í fuglum. Alt djóra- og plantulív hevur hansara áhuga. Jens-Kjeld hevur í væl meir enn ein mansaldur mint okkum á at fara væl um náttúruna. Hann kemur javnan við ávaringum, tá ið okkurt djóra- ella plantuslag ella náttúran í síni heild er hótt."[2]
  2. Metingarnevndin hjá Norðurlandaráðnum metti, at Jens-Kjeld Jensen í Nólsoy skuldi fáa umhvørvisheiðurslønina hjá Norðurlandaráðnum 2020 fyri sítt stóra íkast til at granska og miðla lívfrøðiliga margfeldið í Føroyum. Nevndin metti, at Jens Kjeld Jensen er eitt fyrimyndarligt dømi um, hvussu nógv ein ektað eldsál kann avrika. Í meira enn 40 ár hevur hann ótroyttiligur sett fjølbroytnið í føroysku náttúruni á breddan.[3]

Keldur rætta