Páll Johannes Nolsøe (føddur 8. september 1908 á Tvøroyri, deyður 25. januar 1996) var landsskjalavørður og rithøvundur. Hann fór niður til Sorø, har hann var liðugur í 1929. Síðan las hann danskt og enskt á Københavns Universitet í eini tvey ár. Hann starvaðist á skrivstovuni hjá Politiken 1935-36. Í 1937 starvaðist hann á blaðnum Tingakrossi og 1938-39 á Dagblaðnum. Árini 1940-47 var hann bókavørður á Froðbiar sóknar bókasavni og 1947–48 var hann lærari í bygdunum Norðra- og Syðradalur. 1948 bleiv hann hjálparfólk á Føroya Landsskjalasavni og hin 21.4.1951 var hann settur í starv sum landsarkivarur.

ÚtgiviðRætta

  • 1947 - Mið, plinkar og ýti[1]
  • 1955 - 1991 Føroya Siglingarsøga, bind I - XIV (2. útg. 1963)
  • Tvøroyrar siglingarsøga I–II. 1962-63
  • Vágs og Porkeris siglingarsøga I-II, 1965
  • Midvágs siglingarsøga, 1969
  • Sandavágs siglingarsøga, 1970
  • Sørvágs siglingarsøga, 1977
  • Vestmanna siglingarsøga I, 1979

Týtt til føroysktRætta

  • 1948 (2. útg. 1970) - Eilif Mortanssons, Ein ribbaldur, upprunaheitið: En vild krabat

HeiðurRætta

  • 1965 - Bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens
  • 1967 - Fekk heiðursgávu frá Dansk-Færøsk kulturfond

KeldurRætta

  1. Denstoredanske.dk
  • Kraks Blå Bog 1995, s. 918