Zakarias Wang (føddur 23. august 1940 í Kaldbak) er ein føroyskur rithøvundur og politikari, útbúgvin samfelagsfrøðingur.

Lívsleið

rætta

Hann varð føddur í Soylgørðum í Kaldbak tann 23. august 1940. Eftir barnaskúlan í Kaldbak fór hann í 1954 á VBV í Havn. Tók preliminerprógv í 1956 og nýmálsligt studentsprógv í 1958. Var ferðalærari í Norðradali og Syðradali 1958-1959. Gjørdist í 1965 cand. scient. pol. í Århus. Arbeiddi í Keypmannahavn til 1967. Var í tríati ár á Føroya Studentaskúla í Hoyvík og hevur nú forlagið Stiðjan. Flutti í 1971 úr Havn til Hoyvíkar. Var í Tórshavnar uttanbíggjar bygdaráð 1977 til oktober 1978, tá Hoyvík og Hvítanes løgdu saman við Tórshavnar kommunu. Býráðslimur í Tórshavnar býráð 1981-1988.

Hann hevur skrivað grein um heimastýri í bókini "Færinger – frænder", sum Anders Ølgaard ritstjórnaði í 1968. Í 2010 útgav hann bókina Fólkaatkvøðan 14 september 1946, sum er 850 síður til longdar, bókin er eitt keldusavn um fólkaatkvøðuna í 1946.[1] Hevur annars skrivað nógvar greinar í ymsum bløðum. Formaður í felagnum Føroysk Bókaforløg 1992 og limur í stýrinum fyri Fjølrit sama ár. Nevndarlimur í rithøvundafelagnum 1993.

Fólkatingsvalið 2015

rætta

Í 2015 valdi hann at stilla upp til fólkatingsvalið á uttanflokkalista. Hann royndi fyrst at fáa flokkinnir í ganga inn fyri loysing frá Danmark at stilla upp saman, men tað eydnaðist ikki. Síðan savnaði hann millum 150 og 200 undirskriftir frá stillarum, soleiðis at hann leyk krøvini um at stilla upp á uttanflokkalista.[2] Tá ið hann var gestur í sjónvarpsvalsendingini Í andglettinum hjá Kringvarpinum, segði hann m.a. at hevði heitt á allir loysingarflokkarnar um at stilla upp saman fyri at fáa betri møgulleika fyri at fáa umboð valt.[3]

Útgávur

rætta

Bøkur

rætta
  • 1965 - Heimastýri, Mentunargrunnur Studentafelagsins í Keypmannahavn, 1965.
  • 1966 - Message from the Faroese Students (saman við Árna Olafssyni, eisini fronsk útgáva), MFS, Keypmannahavn, 1966.
  • 1974 Ottar Brox: Hvat hendir á bygd? (týðing eftir "Hva sker i Nord-Norge?") Hoyvík 1974.
  • 1978 - Henrik Ibsen: Eitt dukkuheim (týðing eftir "Et Dukkehjem") Tórshavn 1978.
  • 1988 og 1989 - Stjórnmálafrøði, Hoyvík.
  • 1992 - Ensk-føroysk orðabók (saman við Annfinni í Skála og Jonhard Mikkelsen) Hoyvík 1992.
  • 1993 - Bergen – unionen eller EF – union? Hoyvík 1993.
  • 1998 - Donsk-føroysk orðabók (saman við Annfinni í Skála, Jonhard Mikkelsen og Hanne Jacobsen) Hoyvík 1998.
  • 1999 - Føroyar á vegamóti, Hoyvík 1999.
  • 2003 - Kalaallit Nunaata Savalimmiullu tunngaviusumik inatsisitigut inissisimanerat (grønlendskt serprent av Føroyskum Lógar Riti Vol. 2, p. 101-130: Ríkisrættarstøða Grønlands og Føroya og p. 159-190: The Constitutional Status of Greenland and Faroe), Hoyvík 2003.
  • 2004 – Rithøvundabókin, Rithøvundafelag Føroya, 175 síður, ISBN: 99918-3-167-3
  • 2008 – Eikirøtur 1832-2007, Eget forlag, 475 síður, ISBN: 978-99918-3-250-3
  • 2008 – Samskifti við stjórnmálamenn 1964, Stiðin, 125 síður, ISBN: 978-99918-42-50-9
  • 2010 – Deyðans stuðul, Dambisa Moyo, oversat af Zacharias Wang, Stiðin, Tórshavn, 245 síður, ISBN: 9789991842660
  • 2010 – Fólkaatkvøðan 14 september 1946, Stiðin, 850 síður, ISBN: 9789991842608
  • 2013 – The First Salute for the Independent Faroe Islands, Stiðin, 206 síður, ISBN: 978-99918-42-71-4

Lagt til rættis

rætta
  • Anna Sofía í Vági: Ættarsambandið við Nólsoyar Páll, Tórshavn 1997.
  • Regin Dahl: Atlantsløg (saman við Marianne Clausen) Hoyvík 1996.
  • Regin Dahl: Atlantsløg II (saman við Marianne Clausen) Hoyvík 1997.

Heiðurslønir

rætta

Familja

rætta

Foreldur hansara eru Poul, bóndi, f. 1908, d. 2004, og Elsebeth Christina, f. 1915. Foreldur pápans vóru Sakaris í Soylgørðum og Marin Mohr heiman av Garði í Hoyvík. Foreldur mammuna vóru Hans Simonsen, traðarmaður uttan fyri Garðar í Hoyvík og Sanna Joensen, óðalsmansdóttir úr Innistovu í Mykinesi. Zakarias er næstelstur av fimm systkjum, hini eru Eyðun, Sølvá, Hanus og Mourits. Giftur við Margit Svarrer, tannlækna í Tórshavn, sum er fødd í Esbjerg og vaksin upp í Bylderup Bov tætt við týska markið. Tey hava tvær døtur: Ulla, f. 1966 og Elin, f. 1970.

Keldur

rætta
  1. "hnj.fo". http://www.hnj.fo/include/main.asp?sida=../Link/viewbog2&id=1906. Heintað 2013-11-25. 
  2. in.fo - Zakarias Wang er nú klárur at stilla upp[deyð leinkja], skrivað hevur Eirikur Lindenskov hin 28. apríl 2015.
  3. kvf.fo, Í andglettinum: Zakarias Wang.