Eitt dukkuheim
Eitt dukkuheim (norskt: Et Dukkehjem) - sjónleikur frá 1879 í trimum pørtum eftir rithøvundin Henrik Ibsen. Eitt dukkuheim er tann sjónleikurin hjá Ibsen, sum hevur mest borið navn hans út um øll heimsins lond. Meðan Ibsen var í Italia, skrivaði hann Eitt dukkuheim. Hann fór at skriva henda sjónleikin fyrst í mai 1879. Í juli, meðan hann skrivaði annan part, fór hann út á bygd. Í Amalfi, synnanfyri Napoli, búði hann í einum fyrrverandi kleystri, haðani hann sá bæði fjøll og sjógv, meðan hann skrivaði henda leikin at enda 3. august 1879. Sjónleikurin kom út 4. desember í 1879.
Sjónleikurin snýr seg um rættin hjá menniskjum at liva sítt egna lív uttan at vera bundin av gomlum reglum og vanahugsanum. Nora og Thorvald hava eitt gott heim. Hon er hansarar lítli sangfuglur, sum er um hann, tá ið hann kemur heim. Thorvald fær betri starv og hægri løn, men so spyrst at Nora nøkur ár frammanundan hevur skrivað ein rangan veksil, so at maðurin skuldi fáa ráð at fara suðureftir at leita sær heilsubót. Nora heldur seg hava gjørt tað rætta, men Thorvald øtast, og heldur hana vera ein lógarbrótara, ið ikki kann uppala hansara børn. Nora sær veikleika hansara, og fer frá honum. Nora rýmir frá manninum, tá ið hon hevur funnið út av, at hann var ikki tann maður, hon helt hann vera. Hennara partur í hjúnalagnum var at vera dukka, og heimið var "eitt dukkuheim".
Hesin kendi sjónleikurin finst í tveimum týðingum á føroyskum
rætta