Fólkatingsvalið 2015, ið var tað 68., varð hildið hin 18. juni 2015 í Danmark, Føroyum og Grønlandi.[1][2][3] Tað vórðu valdir 175 tinglimir úr Danmark, tveir úr Føroyum og tveir úr Grønlandi.
Fólkatingsvalið 2015
|
|
|
Atkvøtt verður um 179 sessir í Fólkatinginum 175 úr Danmark, 2 úr Grønlandi og 2 úr Føroyum. 90 tingsessir fyri ein meiriluta
|
|
Størsti flokkur
|
Næststørsti flokkur
|
Triðstørsti flokkur
|
|
|
|
|
Formaður
|
Helle Thorning-Schmidt |
Kristian Thulesen Dahl |
Lars Løkke Rasmussen
|
Flokkur
|
Socialdemokraterne
|
Dansk Folkeparti
|
Venstre (Danmark)
|
Samstarv
|
Reyður blokkur
|
Bláur blokkur
|
Bláur blokkur
|
Siðsta val
|
44 sessir (24,8 %) |
22 sessir (12,3 %) |
47 sessir (26,7 %)
|
Sessir vunnir
|
47 |
37 |
34
|
Broyting í tingsessum
|
3 |
15 |
13
|
Atkvøður
|
925.635 |
741.749 |
684.829
|
Prosent
|
26,4% |
21,2% |
19,5%
|
|
|
Fjórðstørsti flokkur
|
Fimtstørsti flokkur
|
Sættstørsti flokkur
|
|
|
|
|
Formaður
|
Kollektiv leiðsla
|
Anders Samuelsen
|
Uffe Elbæk
|
Flokkur
|
Enhedslisten
|
Liberal Alliance
|
Alternativet
|
Samstarv
|
Reyður blokkur
|
Bláur blokkur
|
Reyður blokkur
|
Seinasta val
|
12 sessir (6,7 %)
|
9 sessir (5,0 %)
|
Ikki uppstillaður (0,0 %)
|
Tingsessir vunnir
|
14
|
13
|
9
|
Broyting í tali av tingsessum
|
2
|
4
|
9
|
Atkvøður
|
274.092
|
264.659
|
168.720
|
Prosent
|
7,8%
|
7,5%
|
4,7%
|
|
|
Sjeyndistørsti flokkur
|
Ottandastørsti flokkur
|
Níggjundastørsti flokkur
|
|
|
|
|
Formaður
|
Morten Østergaard
|
Pia Olsen Dyhr
|
Søren Pape Poulsen
|
Flokkur
|
Radikale Venstre
|
Socialistisk Folkeparti
|
Konservative Folkeparti
|
Samstarv
|
Reyður blokkur
|
Reyður blokkur
|
Bláur blokkur
|
Síðsta val
|
17 sessir (9,5 %)
|
16 sessir (9,2 %)
|
8 sessir (4,9 %)
|
Tingsessir vunnir
|
8
|
7
|
6
|
Broyting í tali av tingsessum
|
9
|
9
|
2
|
Atkvøður
|
160.766
|
148.036
|
118.146
|
Prosent
|
4,5%
|
4,2%
|
3,4%
|
|
|
Flokkar, ið høvdu rætt at stilla upp
rætta
Fólkatingsvalið í Føroyum
rætta
Í Føroyum gjørdist fólkatingsvalið sera spennandi og heilt annarleiðis, enn veljarakanningar høvdu víst undan valinum. Allar kanningar vístu, at Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin fóru at fáa síni umboað afturvald, og eftir at 45 valstøð vóru tald upp, bendi fyribils úrslitið á, at listi B og C fingu síni umboð afturvald,[4] og Kringvarpið ynskti enntá Edmundi Joensen tillukku við sessinum, áðrenn úrslitini úr Havnini komu. Men Havnin broytti alt. Tá ið avtornaði gjørdist Tjóðveldi størsti flokkur við 5730 atkvøðum, Javnaðarflokkurin gjørdist næststørstur við 5666 atkvøðum, Sambandsflokkurin gjørdist triðstørstur við 5500 atkvøðum og Fólkaflokkurin gjørdist fjórðstørstur við 4368 atkvøðum. Fyri Tjóðveldi var formaðurin, Høgni Hoydal, valdur við 1477 atkvøðum, fyri Javnaðarflokkin var Sjúrður Skaale valdur við 2495 atkvøðum.[5]
Fyri Danmark fekk “Reyði” blokkur (A+B+F+Ø+Å) 85 sessir og “Blái” blokkur fekk (V+O+I+C+K) 90 sessir. Sjálvt um allir teir fýra sessirnir úr Føroyum og Grønlandi høvdu farið til Reyða-blokk, so hevði tað bert givið 89 sessir, sum er ein sessur aftanfyri Bláa-blokkin. Í Føroyum vunnu Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin teir báðir føroysku sessirnir, Høgni Hoydal fekk flestar atkvøður á tjóðveldislistanum, og Sjúrður Skaale fekk flestar á javnaðarlistanum. Fram til løgtingsvalið 2015 verður tað tó varamaður Høgna Hoydal, ið kemur at røkja fólkatingssessin. Magni fekk 1082 persónligar atkvøður, Høgni Hoydal fekk 1477.[6]
Flokkur
|
Atkvøður
|
%
|
Sessir
|
+/–
|
Danmark
|
Socialdemokraterne |
925 288 |
26,3 |
47 |
+3
|
Dansk Folkeparti |
741 173 |
21,1 |
37 |
+15
|
Venstre |
684 223 |
19,5 |
34 |
–13
|
Enhedslisten |
273 870 |
7,8 |
14 |
+2
|
Liberal Alliance |
264 449 |
7,5 |
13 |
+4
|
Alternativet |
168 585 |
4,8 |
9 |
Nýggjur
|
Radikale Venstre |
160 672 |
4,6 |
8 |
–9
|
Socialistisk Folkeparti |
148 027 |
4,2 |
7 |
–9
|
Konservative Folkeparti |
118 015 |
3,4 |
6 |
–2
|
Kristendemokraterne |
29 148 |
0,8 |
0 |
0
|
Aðrir flokkar |
3 027 |
0,1 |
0 |
–
|
Ógyldugar/blankar atkvøður |
40 068 |
– |
– |
–
|
Tilsamans |
3 556 545 |
100 |
175 |
0
|
Skrásettir veljarar/vallutøka |
4 145 321 |
85,8 |
– |
–
|
Føroyar
|
Tjóðveldi |
5 730 |
24,5 |
1 |
+1
|
Javnaðarflokkurin |
5,666 |
24.3 |
1 |
0
|
Sambandsflokkurin |
5 500 |
23,5 |
0 |
–1
|
Fólkaflokkurin |
4 368 |
18,7 |
0 |
0
|
Framsókn |
749 |
3,2 |
0 |
Nýggjur
|
Miðflokkurin |
605 |
2,6 |
0 |
0
|
Nýtt Sjálvstýri |
403 |
1,7 |
0 |
0
|
Uttanflokkalistin |
345 |
1,5 |
0 |
0
|
Tilsamans |
23 366 |
100 |
2 |
0
|
Skrásettir veljarar/vallutøka |
|
|
|
Grønland
|
Inuit Ataqatigiit |
7 904 |
38,5 |
1 |
0
|
Siumut |
7 831 |
38,2 |
1 |
0
|
Atassut |
1 526 |
7,4 |
0 |
0
|
Demokraatit |
1 753 |
8,5 |
0 |
0
|
Partii Naleraq |
962 |
4,7 |
0 |
Nýggjur
|
Ógyldugar/blankar atkvøður |
538 |
– |
– |
–
|
Tilsamans |
20 514 |
100 |
2 |
0
|
Skrásettir veljarar/vallutøka |
41 048 |
50,0 |
– |
–
|
Keldur: DST, KVF, Valg
|
Fólkatingsvalið |
|
|
| |
|
A |
|
26.31% |
O |
|
21.08% |
V |
|
19.46% |
Ø |
|
7.79% |
I |
|
7.52% |
Å |
|
4.79% |
B |
|
4.57% |
F |
|
4.21% |
C |
|
3.36% |
K |
|
0.83% |
Onnur |
|
0.09% |
|
Í Danmark gjørdist danski Javnaðarflokkurin (Socialdemokraterne) størsti flokkur við 47 tingsessum, men hinir flokkarnir í Reyða-blokki gingu nógv aftur og tilsamans so taptu teir valið. Forkvinnan í Socialdemokraterne tók avleiðingina beint eftir, at valúrslitið var alment, og kunngjørdi, at hon hon legði frá sær sum forkvinna.
Í Føroyum fekk Sambandsflokkurin óvæntað eitt sera vánaligt val. Í øllum veljarakanningum, ið vóru gjørdar undan valinum, stóð flokkurin til at fáa tann fyrstvalda sessin. Men tá ið avtornaði bleiv flokkurin yvirhálaður av bæði Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum. Harvið misti Edmund Joensen sessin á Fólkatingi, sjálvt um hann setti persónligt met í atkvøðutali, hann fekk 2415, ið var næstflest av øllum. Tað var serliga í Havn, at Sambandsflokkurin fekk eitt vánaligt val, har gekk hann aftur við 10,1%. Sambandsflokkurin hevði bara eitt valevni úr Suðurstremoy, tað var løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen. Hann misti knappar 1100 persónligar atkvøður á hesum valinum í mun til fólkatingsvalið 2011. Hesaferð fekk hann 462 atkvøður, ið ikki rakk til topp-10. Kaj Leo Johannesen segði í samrøðu við Kringvarpið, at um hann hevði kunna gjørt tað umaftur, so hevði hann havt fleiri valevni úr Havnini. Hann helt ikki, at talan var um eitt misálit á hann, at flokkurin og hann persónliga gingu so nógv aftur. Hann segði, at tað kostaði at sita við valdið. Hann ætlaði ikki at taka avleiðingarnar og leggja frá sær sum formaður, segði hann, tað hevði verið at yvirdramatisera tað heila.[7]
Fyrsta drotningaumfar
rætta
Dagin eftir valið hin 19. juni kl. 14 innkallaði drotningin til drotningaumfar.[8] Lars Løkke Rasmussen varð útnevndur sum kongaligur kanningarleiðari við mandati til at samráðast um eina fleirtalsstjórn við flokkunum Venstre, Dansk Folkeparti, Det Konservative Folkeparti og Liberal Alliance.[9][10] Søndag eftermiddag d. 21. juni meddelte Lars Løkke "at det ikke lader sig gøre at etablere en flertalsregering."[11][12][13]
Annað drotningaumfar
rætta
22. juni 2015 kl. 10.00 byrjaði eitt nýtt drotningaumfar.[14] Lars Løkke Rasmussen har 21. juni 2015 sen aften opgivet at fuldføre opgaven som kongelig undersøger på det foreliggende kommisorium.[13] Ein meiriluti av flokkunum í Fólkatinginum peikaðu aftur á Lars Løkke Rasmussen sum kongaligur kanningarleiðari.[15] Lars Løkke Rasmussen kunngjørdi hin 26. juni 2015, at hann væntaði, at kunna seta eina reina Vinstra-stjørn sunnudagin 28. juni 2015. [16]