Lat upp høvuðsmeny

Fólkatingsvalið 2019 var hildið mikudagin 5. juni 2019, nærum 4 ár eftir fólkatingsvalið, ið varð hildið 18. juni 2015. Í alt skuldu 179 fólkatingslimir veljast, av teimum vórðu 175 valdir í Danmark, tvey umboð úr Føroyum og tvey umboð úr Grønlandi.

Fólkatingsvalið 2019
Kongsríki Danmarkar
← 2015 5. juni 2019
Vallutøka 84.1%
Flokkur Formaður % Sessir +/−
Socialdemokraterne Mette Frederiksen 25.9% 48
Venstre Lars Løkke Rasmussen 23.4% 43
Dansk Folkeparti Kristian Thulesen Dahl 8.7% 16
Radikale Venstre Morten Østergaard 8.6% 16
Socialistisk Folkeparti Pia Olsen Dyhr 7.7% 14
Eindarlistin Pernille Skipper (talskvinna) 6.9% 13
Konservative Folkeparti Søren Pape Poulsen 6.6% 12
Alternativet Uffe Elbæk 3.0% 5
Nye Borgerlige Pernille Vermund 2.4% 4
Liberal Alliance Anders Samuelsen 2.3% 4
Sambandsflokkurin Bárður á Steig Nielsen 28.8% 1
Javnaðarflokkurin Aksel V. Johannesen 25.5% 1
Inuit Ataqatigiit Múte Bourup Egede 33.4% 1
Siumut Kim Kielsen 29.4% 1
Her síggjast flokkar ið vunnu sessir. Sí øll úrslini niðanfyri.
Forsætisráðharri áðrenn valið Valdur forsætisráðharri
Lars Løkke Rasmussen
Venstre
Mette Frederiksen
Socialdemokraterne

ÚrslitiðRætta

Sitandi stjórnin, blái vongur, misti meirilutan í Fólkatinginum. Reyði vongur fær 91 sessir, meðan blái vongur fær 79, tá sessirnir hjá Nye Borgerlig verða taldir við. Hetta er uttan fólkatingsumboðini úr Føroyum og Grønlandi. Av teimum eru trý reyð og eitt blátt.[1]

Edmund Joensen úr Sambandsflokkinum og Sjúrður Skaale úr Javnaðarflokkinum vunnu føroysku sessirnar í Fólkatinginum.[2]

Slóðir úteftirRætta

KeldurRætta