Lat upp høvuðsmeny

Kristian Thulesen Dahl (føddur 30. juli 1969 í Brædstrup, Danmark) er ein danskur politikari og formaður í Dansk Folkeparti. Hann umboðaði Fremskridtspartiet í Fólkatinginum 1994-1995, og síðan var hann ein av stovnarunum av Dansk Folkeparti, har hann hevur verið limur og umboða flokkin á Fólkatingi síðan stovnanina í 1995.

Kristian Thulesen Dahl
Kristian Thulesen Dahl, 25-05-2014.jpg
Formaður í Danska Fólkaflokkinum
Núverandi
Tók við starvinum
12. september 2012
Undanmaður Pia Kjærsgaard
Fólkatingslimur
Núverandi
Tók við starvinum
21. september 1994
Persónlig kunning
Fødd(ur) (1969-07-30) 30. juli 1969 (aldur 49)
Brædstrup, Danmark
Politiskur flokkur Fremskridtspartiet
(1989–1995)
Dansk Folkeparti
(1995–nú)

Thulesen Dahl tók við formanssessinum á ársfundinum hjá Dansk Folkeparti í september 2012, eftir at táverandi forkvinnan Pia Kjærsgaard hin 7. august 2012 boðaði frá, at hon fór frá sum floksleiðari.

KeldurRætta


Sí miðlasavnið