Kim Kielsen (føddur 30. november 1966) er ein grønlandskur politikari. Hann er formaður fyri flokkin Siumut og landsstýrisformaður Grønlands. Hann gjørdist virkandi landsstýrisformaður Grønlands, tá ið hann tók við eftir at Aleqa Hammond í oktober 2014 legði frá sær, og nakrar dagar seinni gjørdist hann eisini nýggjur formaður fyri flokkin.

Kim Kielsen í 2012.

Kim Kielsen var upprunaliga sjómaður, men hann fekk sær útbúgving sum løgreglumaður og hevur arbeitt sum løgreglumaður í Upernavik og Paamiut frá 1996 til 2003. Í 2003 søkti hann um farloyvi frá politinum og fór í staðin at standa fyri einum átaki við børnum og ungum sum høvdu trupulleikar. Á valinum í 2005 var hann á fyrsta sinni valdur inn í Grønlands Landsting. Á vári 2005 varð hann eisini valdur inn í kommunustýrið í heimstaðarkommununi, Paamiut kommuna.

Í 2007 gjørdist hann ráðharri fyri bústaðir, samferðslu og ráevni. Hann tók við hesum starvi eftir Jørgen Wæver Johansen. Hann sat í hesum sessinum til á sumri 2009, tá ið flokkur hansara misti valdið. Síðan var hann vanligur limur í landstingum til valið í 2013, tá ið flokkur hansara aftur kom til valdið.

Í oktober 2014 gjørdist hann virkandi landsstýrisformaður, eftir at Aleqa Hammond hevði verið fyri hørðum ábreiðslum orsakað av at hon hevði nýtt umleið 100.000 krónur av landsins pengum til egna privata nýtslu, og legði frá sær. Fáir dagar seinni varð Kielsen valdur til formann fyri Siumut.[1][2][3][4][5][6] Hann fekk 44 av 65 atkvøðum til formansvalið.[7][8][9] Hin 28. november 2014 varð val í Grønlandi og Siumut gjørdist vinnari av valinum, sjálvt um flokkurin misti 3 landstingslimir í mun til eftir valið í 2013. Hin 4. december 2014 varð nýggja samgonga Grønlands veruleiki, tó vóru nøvnini ikki kunngjørd fyrr enn seinni. Samgonga varð gjørd millum Siumut (ið fekk 11 limir), Demokratarnir (4 limir) og Atassut (2 limir) við Kim Kielsen sum landsstýrisformanni.[10]

Hann er giftur við Judithe Kielsen, tey eiga tvey børn.

Keldur

rætta
  1. http://www.norden.org/en/persons/kim-kielsen
  2. http://sermitsiaq.ag/kim-kielsen-naalakkersuisoq
  3. http://www.bt.dk/politik/kim-kielsen-ny-formand-for-siumut
  4. http://jyllands-posten.dk/politik/ECE7074428/Kim-Kielsen-vil-ogs%C3%A5-v%C3%A6re-ny-Siumut-formand-i-Gr%C3%B8nland/
  5. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2015-12-26. https://web.archive.org/web/20151226033312/http://arcticjournal.com/politics/1048/greenlands-premier-two-reasons-be-relieved. Heintað 2014-12-10. 
  6. http://www.altinget.dk/rssitem.aspx?id=1107825
  7. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-11-22. https://web.archive.org/web/20141122152357/http://sermitsiaq.ag/se-billeder-kim-kielsens-store-triumf. Heintað 2014-12-10. 
  8. http://sermitsiaq.ag/opdateret-kim-kielsen-ny-formand-siumut
  9. http://sermitsiaq.ag/aleqa-stoetter-kielsen
  10. jyllands-posten.dk - Kim Kielsen bliver Grønlands nye leder
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið