Det Konservative Folkeparti

Det Konservative Folkeparti er ein danskur politiskur flokkur. Flokkurin fær bókstavin C á atkvøðuseðlum og verður vanliga umrøddur sum "De Konservative".

Konservativi Fólkaflokkurin
Formaður Søren Pape Poulsen
Stovnaður 1915
Undanfarni  Højre
Høvuðsskrivstova Nyhavn 4
1051 Keypmannahavn K
Ungdómsvongur Konservativ Ungdom
Studentavongur Konservative Studerende
Ideologi Konservatisma
Liberal konservatisma[1]
Politisk støða Mið-høgra[2]
Altjóða tilknýti International Democrat Union
Evropeiskt tilknýti European People's Party
Evropaparlament-bólkur European People's Party
Litir Grønt
Fólkatingið
13 / 179
Evropaparlamentið
1 / 13
Regiónir:[3]
31 / 205
Býráð:[4]
404 / 2.436
Valbókstavur
C
Heimasíða
www.konservative.dk

Søgan rætta

Det Konservative Folkeparti varð stovnað í 1915 eftir at samskifti hevði verið millum flokkarnir Højre, De Frikonservative og en part av tí fyrrverandi flokkinum Moderate Venstre. í 1915 var flokkurin Højre tann mest dominerandi flokkurin í Danmark. Men fleiri av teimum ungu í Højre hildu, at tað var brúk fyri einum nýggjum flokki, ið kundi fáa ein meiri nýmótans og sosialt sinnaðan konservativan profil. Det Konservative Folkeparti varð meldaður til Ríkisdagin hin 18. december 1915, og tá vóru otta fólkatings- og 26 landstingslimir í flokkinum. Formelt bleiv flokkurin ikki stovnaður fyrr enn í januar 1916.

Flokkurin hevur verið millum teir støstu flokkarnir í Danmark, hann fekk t.d. 23,4% av atkvøðunum á fólkatingsvalinum 1984, men síðan er gingið støðugt aftur, og á fólkatingsvalinum 2011 fekk flokkurin bert 4,9% av atkvøðunum og fekk 8 limir, flokkurin misti 10 limir síðan valið í 2007, tá ið Det Konservative Folkeparti fekk 18 fólkatingslimir valdar.

Floksleiðslan rætta

Leiðarar og formenn rætta

Tann politiski leiðarin er valdur av fólkatingsbólkinum og teknar politikkin hjá flokkinum. Floksformaðurin verður valdur av landsráðnum, ið er floksins hægsti myndugleiki í øllum politiskum spurningum.

Politiskir leiðarar í Fólkatinginum síðan 1929

John Christmas Møller 1928-1947
Ole Bjørn Kraft 1947-1955
Aksel Møller 1955-1958
Poul Sørensen 1958-1969
Poul Møller 1969-1971
Erik Ninn-Hansen 1971-1974
Poul Schlüter 1974-1993
Henning Dyremose 1993
Hans Engell 1993-1997
Per Stig Møller 1997-1998
Pia Christmas-Møller 1998-1999
Bendt Bendtsen 1999-2008
Lene Espersen 2008-2011
Lars Barfoed 2011-2014
Søren Pape Poulsen 2014-

Floksformenn síðan 1916

Emil Piper 1916-1928
Charles Tvede 1928-1932
John Christmas Møller 1932-1939
Vilhelm Fibiger 1939-1948
Halfdan Hendriksen 1948-1957
Einar Foss 1957-1965
Knud Thestrup 1965-1972
Erik Haunstrup Clemmensen 1972-1974
Poul Schlüter 1974-1977
Ib Stetter 1977-1981
Poul Schlüter 1981-1993
Torben Rechendorff 1993-1995
Hans Engell 1995-1997
Per Stig Møller 1997-1998
Poul Andreassen 1998-2000
Bendt Bendtsen 2000-2008
Lene Espersen 2008-2011
Lars Barfoed 2011-2014
Søren Pape Poulsen 2014-

Limir í Fólkatinginum rætta

Eftir fólkatingsvalið 2015 hevur flokkurin 6 fólkatingslimir:

Keldur rætta

  1. Parties and Elections in Europe: The database about parliamentary elections and political parties in Europe, by Wolfram Nordsieck
  2. Josep M. Colomer (25 July 2008). Political Institutions in Europe. Routledge. pp. 260–. ISBN 978-1-134-07354-2. 
  3. "AKVA3: Valg til regions råd efter område, parti og stemmer/kandidater/køn". Statistics Denmark. http://www.statistikbanken.dk/akva3. Heintað 13 June 2010. 
  4. "VALGK3: Valg til kommunale råd efter område, parti og stemmer/kandidater/køn". Statistics Denmark. http://www.statistikbanken.dk/valgk3. Heintað 13 June 2010. 
 
Wikimedia Commons logo