Hann hevur verið borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu frá 2013 til 2020. Hann var býráðslimur og varaborgarstjóri í Klaksvíkar Býráð 2008-2012. Á løgtingsvalinum 2011 fekk hann við 245 atkvøðum næstflestar atkvøður á lista D fyri Sjálvstýrisflokkin. Tá flokkurin kom í samgongu, og valdi tingmaðurin, Kári P. Højgaard gjørdist innlendismálaráðharri, tók Jógvan sæti á Føroya Løgtingi. Okkurt tíðarskeið tók hann farloyvi úr Løgtinginum, og Kristianna Winther Poulsen tók sæti. Tá Kári P. Højgaard varð uppsagdur sum landsstýrismaður og tók sæti aftur á tingi, fór Jógvan Skorheim úr Løgtinginum aftur. Á løgtingsvalinum 2015 varð hann valdur í Løgtingið sum tann fyrstvaldið hjá Sjálvstýrisflokkinum. Hann luttók í samgongusamráðingunum millum fýra flokkar, Javnaðarflokkin, Tjóðveldi, Framsókn og Sjálvstýrisflokkin, men hann og flokkur hansara valdu at taka seg úr samráðingunum og at vera í andstøðu. Klaksvíkar býráð samtykti, at tey ikki vildu geva Jógvan Skorheim loyvi til at røkja bæði borgarstjórasessin og løgtingsessin í senn, Jógvan boðaði sama kvøld frá, at so valdi hann borgarstjórastarvið framum og segði løgtingsessin frá sær, so leingi hann var borgarstjóri.[1]

Jógvan Skorheim
Borgarstjóri í Klaksvíkar Kommunu
Í embæti
1. Januar 2013 – 1. Januar 2021
Undanmaður Steinbjørn O. Jacobsen
Eftirmaður Karl H. Johansen
Persónlig kunning
Fødd(ur) Jógvan Skorheim
(1982-06-16) juni 16, 1982 (aldur 42)
Politiskur flokkur Sjálvstýri og Fólkaflokkurin

Løgtingsnevndir

rætta

Nevndarsessir í Klaksvíkar Býráð

rætta
  • 2008-2012 Formaður í Mentanarnevndini
  • 2008-2012 Limur í Fíggjarnevndini
  • 2008-2012 Limur í Teknisku Nevnd[3]

Keldur

rætta
  1. "in.fo - Jógvan Skorheim sigur løgtinsstarvið frá sær". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2016-03-06. https://web.archive.org/web/20160306091440/http://www.in.fo/news-detail/news/jogvan-skorheim-sigur-loegtingstarvid-fra-saer/?L=0oral.fo&cHash=eb829ad8e79bb83cf0ccb34286e0aa2c. Heintað 2015-09-14. 
  2. "Aktuelt.fo, Nevndarsessirnir í Løgtinginum býttir". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2011-11-17. https://web.archive.org/web/20111117025454/http://aktuelt.fo/grein/nevndarsessirnir_i_logtinginum_byttir. Heintað 2012-03-07. 
  3. "Klaksvik.fo". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2016-03-25. https://web.archive.org/web/20160325023138/http://www.klaksvik.fo/index.asp?pID=%7B612A97B5-09A0-4CEC-A48D-E659D57CD2CB%7D. Heintað 2012-03-07. 

Ávísing úteftir

rætta