Marianna Debes Dahl
Marianna Debes Dahl (fødd 24. november 1947 í Vestmanna) er føroyskur rithøvundur.
Hon hevur útbúgving sum lærari, men hevur starvast sum rithøvundur burturav nú í nøkur ár. Hon hevur verið virkin á vinstravonginum og var partur av lítla blaðbólkinum, sum frá 1983 til 1993 gav út blaðið Fríu Føroyar, hvørs undirheiti var "Friður - umhvørvisvernd - sosialistiskt tjóðveldi. Hon hevur umframt at skriva bøkur eisini framleitt ein hóp av sendingum til Útvarp Føroya. Fyrsta bók hennara var Burtur á heiði, ein barnabók, ið vann fyrstu virðisløn í kapping um at skriva barnabók.
Marianna er dóttir gamla landslæknan Hanus Debes Joensen (1913-1995). Hon fór 12 ára gomul til Danmarkar at ganga í skúla. Í 1971 kom hon heim aftur og fór í Læraraskúlan, haðani hon tók læraraprógv. Hon starvaðist í mong ár sum lærari, men hevur seinni roynt seg í øðrum størvum eisini. Marianna hevur verið virkin á mongum økjum, t.d. í Rithøvundafelag Føroya, Listafólkasambandinum (LISA), innan friðarrørsluna og í rørsluni ímóti rasuskilnaði (apartheid). Hon hevur verið sera virkin høvundur innan mong tekstasløg. Hon hevur skrivað smábarna- og barnabøkur, bøkur fyri ung, stuttsøgur, skaldsøgur, ferðafrásagnir, leikir, hevur týtt og ummælt, skrivað, týtt og lagt til rættis nógvar ljóðmyndir, sum Útvarp Føroya hevur sent. Hon er gift við Árna Dahl, tey eiga tvey børn: Tóta Árnadóttir, (fødd 1970) og Teitur Árnason, (føddur 1972).
Ritverk
rættaSkaldsøgur
rættaÆvisøgur
rætta- Úti á leysum oyggjum, 1997
Stuttsøgusøvn
rættaBarnabøkur
rættaSmábarnabøkur
rætta- Bjarta og snigilin, 1983
- Døgg er dottin, 1984
- Hanna og Hóri, 1984
- Hóri letur upp, 1986
- Sturli súkklar, 1985
- Alvi er og ferðast, 1986
- Tunnuflakin, 1990
- Flosi fer í føðingardag, 1990 (ikki útkomin enn)
Myndabøkur
rætta- Sonurin, 1990 (La Filo á esperanto)
Lesibøkur
rætta- Ása fer í skúla, 1983
Ferðafrásagnir
rætta- Latið altíð sólina skína, 1982
Leikir
rætta- Skálatoftir, 1979 (saman við J.S. Hansen)
- Bardagabørn, 1990
Týðingar
rætta- Uppreisnin, 1982, søgur úr Suðurafrika
Týtt og lagt til rættis ljóðmyndir til útvarpið
rættaHeiðurslønir
rættaKeldur
rætta- Rithøvundafelagi Archived 2016-03-05 at the Wayback Machine