Býarbókasavnið í Havn

Býarbókasavnið er fólkabókasavnið í Havn. Í nógv ár var Anna Brimnes býarbókavørður, og síðani eitt skifti Svend Højgaard (1. sept 2011-31. mai 2012). Frá 1. januar 2013 er Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð býarbókavørður. Umframt býarbókavørðin eru 14 starvsfólk í føstum starvi, 3 hjálparfólk og 6 bókauppsetarar (frítíðararbeiði hjá skúlanæmingum). Øll kunnu læna á bókasavninum, bæði bøkur, ljóðbøkur, filmar, bløð og talgildar bøkur, ljóðbøkur og filmar.

Stutt um Býarbókasavnið

rætta
  • 1969 - Tórshavnar kommuna setti Býarbókasavnið á stovn 1. apríl í leigaðum hølum í Niels Finsens gøtu 7. Støddin var 514 fermetrar.
  • 1990 - Bókasavnið leigaði eina hálva hædd afturat.
  • 1993 - Hølini, ið fyrr vóru tekniska deild hjá Tórshavnar kommunu, vórðu tikin upp í bókasavnið.

Bókasavnið er nú 813 fermetrar í 4 hæddum, á 1. hædd er inngongd, á 2. hædd er avgreiðsla, lesistova og útlán fyri vaksin, á 3. hædd er barnabókasavnið og skrivstovur, og á 4. hædd er goymsla, skrivstova og starvsfólkahøli.

  • 2006 - Bókasavnið fekk lyftu.
  • 2011 - Gøtuhæddin varð tikin í nýtslu í apríl sum partur av Býarbókasavninum
  • 2011 - Sjálvgreiðslur til útlán og innlating av bókum vórðu tiknar í nýtslu í mai.
  • 2015 - Bókasavnið víðkaði upplatingartíðirnar, so tað nú er opið 66 tímar um vikuna.

Býarbókasavnið, bøkur, tilfar og virki

rætta
  • Bókasavnið eigur o.u. 75.000 bøkur og tíðarrit (2015).
  • 138.500 vitjaðu bókasavnið í 2015. Til samanberingar vóru 116.000 vitjanir í 2013.
  • 9 teldur eru fyri brúkarar til internetnýtslu, 4 teldur eru til innanhýsisleiting, 1 Wii og 2 spæliteldur eru á barnabókasavninum (2015).
  • 10 skúlabókasøvn í Tórshavnar kommunu og Kollafjarðar bygdar- og skúlabókasavn samstarva við Býarbókasavnið.
  • Bókasavnið hevur samstarv við stovnar (ellisheim, Varðhaldið o.t.) í kommununi um útlán.
  • 11½ ársverk eru á bókasavninum, 6 skrivstovufólk, 7 bókavørðir og býarbókavørðurin. Í hesum størvum eru sett 14 fólk.
  • 1982 fór bókasavnið at læna út ljóðbøkur.
  • 1998 varð alt tilfarið skrásett á teldu.
  • 2004 fór bókasavnið at læna út dvd-filmar.
  • 2005 varð nýggj, nútímans telduskipan keypt og sett í verk.

Slóðir úteftir

rætta

Býarbókasavnið