Stefan Casta
Stefan Casta er svenskur tíðindamaður og rithøvundur, føddur í 1949 í Vadstena og vaks upp í Norrkøping; frá uml. 1980 búsitandi í Skåne. Stefan byrjaði sum sjónvarpsmaður, men er nú rithøvundur burturav. Í 1999 vann hann stóru svensku bókmentavirðislønina Augustpristet fyri bókina Spelar død, og í 2000 fekk hann fyri somu bók Nils Holgersson heiðurlønina, sum rithøvundar flestir tráa eftir. Hann hevur eisini vunnið Astrid Lindgren virðislønina í 2002.
Yndisbók sína sigur Stefan vera Summarið við Mary-lou, sum kom út á svenskum í 1997, á føroyskum í 2002 í týðing eftir Jákup í Skemmuni. Stefan Casta situr nú í sæti 13 í svenska Barnabókaakademinum.