Jacob Vestergaard

føroyskur politikari

Jacob Vestergaard (føddur 7. apríl 1961 á Økrum) er føroyskur politikari, valdur á Føroya Løgting í 2008 og fekk tá flestar atvøður í flokki sínum Fólkaflokkinum. Hann var borgarstjóri í Sumbiar kommunu í tíðarskeiðnum 1. januar 1993 til februar 2003 og so aftur frá 1. januar 2004 og árið út. Hann var formaður í Føroya Kommunufelag 2001–2003. Jacob er útbúgvin løgreglumaður (politistur). Hann var fiskimálaráðharri 2003-04, innlendismálaráðharri 2005-07, bleiv koyrdur eftir at hann hevði flutt Strandfaraskip Landsins til Suðuroyar. Hann var aftur fiskimálaráðharri 2008-2011. Til løgtingsvalið 29. oktober 2011 fekk Jacob 1047 atkvøður, og flokkurin kom aftur í samgongu. Flokkurin fekk eisini fiskivinnumál at umsita. Jacob Vestergaard fekk tó ongan ráðharrasess, tá landsstýrissessirnir vóru býttir, í staðin gjørdist Jákup Mikkelsen fiskimálaráðharri.[1] Trupulleikar vóru við gegni hjá Jákup Mikkelsen, tí hann er svágur ein av størstu reiðarunum í Føroyum, Hanus Hansen. Tað var nógv kjak um ógegni hjá Jákup Mikkelsen í føroysku fjølmiðlunum, og tað endaði við, at løgmaður, Kaj Leo Johannesen segði landsstýrismannin úr starvi hin 15. februar 2012, og seinni sama dag gjørdist tað alment, at Jacob Vestergaard fór at taka við starvinum sum fiskimálaráðharri kl. 10 hin 16. februar 2012.[2]

Jacob Vestergaard
Fiskimálaráðharri
Núverandi
Tók við starvinum
6. februar 2012
Undanmaður Jákup Mikkelsen
Fiskimálaráðharri
Í embæti
26. september 2008 – 6. apríl 2011
Undanmaður Tórbjørn Jacobsen
Eftirmaður Johan Dahl
Innlendismáláðharri
Í embæti
1. desember 2005 – 23. november 2007
Undanmaður Jógvan við Keldu
Eftirmaður Heðin Zachariasen
Fiskimálaráðharri
Í embæti
17. februar 2003 – 3. februar 2004
Undanmaður Jørgen Niclasen
Eftirmaður Johan Dahl
Løgtingslimur
Núverandi
Tók við starvinum
19. januar 2008
Borgarstjóri í Sumbiar kommunu
Í embæti
1993–2004
Persónlig kunning
Fødd(ur) 7. apríl 1961
Tvøroyri, Føroyar
Politiskur flokkur Fólkaflokkurin
Hjúnafelagi(ar) Sólfríð Vestergaard

Politisk lívsleið

rætta

Keldur

rætta
  1. "Aktuelt.fo, Jacob Vestergaard og Bjarni Djurholm vrakaðir". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2011-11-14. https://web.archive.org/web/20111114134214/http://aktuelt.fo/grein/jacob_vestergaard_og_bjarni_djurholm_vrakadir. Heintað 2011-11-13. 
  2. "Aktuelt.fo, Jacob Vestergaard nýggjur fiskimálaráðharri". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2012-02-17. https://web.archive.org/web/20120217233132/http://aktuelt.fo/grein/jacob_vestergaard_nyggjur_fiskimalardharri. Heintað 2012-02-16. 

Slóðir úteftir

rætta