Føroya Kommunufelag

Føroya Kommunufelag (FKF) var ein áhugafelagskapur og landsfelagið fyri kommunur í Føroyum, ið var stovnað í 1967.

Søgan

rætta

Tað var Klaksvíkar kommuna, ið tók stig til stovnanina við einum brævi frá 29. september 1967. Tey fyrstu fýra árini vóru 8 kommunur úr Norðoyggjum og Eysturoynni við: Klaksvíkar kommuna, Nes kommuna, Runavíkar kommuna, Gøtu kommuna, Fuglafjarðar kommuna, Leirvíkar kommuna, Hvannasunds kommuna og Viðareiðis kommuna. Fýra ár seinni, í 1971, komu Vágs-, Eiðis-, Sunda- og Oyndarfjarðar kommunur afturat, og árið eftir Elduvíkar kommuna. So hvørt komu hinar kommunurnar eisini upp í felagið. Tórshavnar Kommuna gjørdist limur í 1973, men hon tók seg úr aftur felagnum í 1978.

Um aldamótið kom nýggj kommunustýrislóg. Tá valdu tær seks stóru kommunurnar, Tórshavnar kommuna, Klaksvíkar kommuna, Runavíkar kommuna, Tvøroyrar kommuna, Fuglafjarðar kommuna og Vágs kommuna, at stovna Kommunusamskipan Føroya. Hetta fór fram á aðalfundi 10. juni 1999.[1]

Felagið fevndi um allar kommunur, sum ikki vóru limir í Kommunusamskipan Føroya. 1. januar 2014 løgdu bæði kommunufeløgini saman til Kommunufelagið.

Limir í 2013

rætta

Í 2013 vóru 21 limir í Føroya kommunufelag:

Formenn

rætta
Listin er ikki fullkomin

Keldur

rætta