Heini O. Heinesen

føroyskur politikari

Heini Oyolvur Heinesen (føddur 6. august 1938 í Kunoy, deyður 13. august 2018) var ein føroyskur politikari (Tjóðveldi).

Heini O. Heinesen
er eitt menniskja
Fødd(ur) 6. aug 1938 í/á Kunoyar bygd
Andaðist 13. aug 2018 í/á Klaksvík
Starv politikari, byggimeistari
Politiskur flokkur Tjóðveldi
Dátuheiti

Lívsleið rætta

Hann var sjómaður 1954–1955 og var síðan í snikkaralæru í Klaksvík til 1959. Heinesen var byggimeistari 1967–1977 og vegaformaður hjá Landsverkfrøðinginum 1978–1988.

Heinesen var bygdarráðslimur í Kunoy frá 1977, og var eisini limur árini 1962–1970. Hann var borgarstjóri í kommununi 1977–2008 og varaborgarstjóri 2009–2012, og virkaði sum borgarstjóri eftir at John Damberg flutti til Danmarkar í oktober 2012.[1] Sum lokalpolitikari var hann eisini formaður í Føroya Kommunufelag 1983–1985. Frá 1. januar 2013 gjørdist Heini varaborgarstjóri í Kunoy, um hann tá gjørdist borgarstjóri og hevði virkað sum borgarstjóri alt valskeiðið, so hevði hann sett heimsmet í at veri heimsins elsti í einum slíkum starvi.

Heinesen var stýrislimur 1978–1981 og formaður 1981–1984 í lokalfelagnum Norðoya Tjóðveldisfelag, landsnevndarlimur 1981–1984, limur í lokalnevndini 1990–1994, limur í starvsnevndini í fleiri ár frá 1994, flokksformaður 1994–1998 og flokksleiðari á Tingi 1994–2004. Hann var valdur á Føroya Løgting fyri Norðoyar valdømi 1984–2004 og 2008–2011.

Løgtingsnevndir rætta

Privatlív rætta

Heini O. Heinesen giftist Honnu Adam á 70 ára føðingardegi sínum í 2008. Hanna doyði í 2016. Seinastu árini búði Heini O. Heinesen á Norðoya Ellis- og Røktarheimi í Klaksvík.[2]

Keldur rætta

  1. Kringvarp.fo
  2. Lindenskov, Eirikur (14. august 2018). "Heini O. Heinesen er deyður". http://www.in.fo/news-detail/heini-o-heinesen-er-deydur/.