Rósa Samuelsen (fødd Simonsen, 22. desember 1959 i Tórshavn) er ein føroysk bankakvinna og politikari (Sambandsflokkurin). Hon er útbúgvin innan skrivstovu- og peningastovn og hevur starvast í peningastovni.[1]

Rósa Samuelsen
er eitt menniskja
Fødd(ur) 22. des 1959
Starv politikari, banker
Politiskur flokkur Sambandsflokkurin
Dátuheiti
Commons Rósa Samuelsen

Lívsleið innan politikk Edit

Hon var bygdaráðslimur í Sandavágs kommunu 1999–2008, herundir borgarstjóri 2001–2008. Hin 1. januar 2009 varð kommunan løgd saman við Miðvágs kommunu til Vága kommunu. Síðan 1. januar 2013 hevur hon verið borgarstjóri í Vága kommunu. Hon hevur eisini havt fleiri onnur kommunupolitisk álitisstørv, eitt nú var hon formaður í Føroya Kommunufelag 2004–2008.

Rósa hevur verið vald inn á Føroya Løgting síðan 2008 og hevur verið formaður í Løgtingsins trivnaðarnevnd síðan 2011 og limur í Landsstýrismálanevndini síðan 2011. Árini 2008–2011 var hon almannamálaráðharri í fyrru stjórnini hjá Kaj Leo Johannesen, og Marjus Dam tók sæti á Løgtinginum í hennara stað.

Landsstýriskvinna Edit

  • 2008-11 Landsstýriskvinna í almannamálum

Løgtingslimur Edit

  • 2008-11 Vald inn á løgtingið, sat í landsstýrinum alt tíðarskeiðið, Marjus Dam tók sæti í Løgtinginum
  • 2011- Løgtingslimur

Løgtingsnevndir Edit

Bygdarráðslimur og borgarstjóri Edit

Onnur politisk størv Edit

Familja Edit

Rósa er dóttir Erlu Mariu og Sólfinn Jóhan Simonsen. Hon er gift við Heðin M. Svabo Samuelsen, saman eiga tey trý børn: Árni S. Svabo Samuelsen, Erla M. Svabo Samuelsen og Marni Svabo Samuelsen.

Keldur Edit

  1. Logting.fo, Rósa Samuelsen