Jákup Mikkelsen (politikari)
Føroyskur politikari
Jákup Mikkelsen (føddur 22. august 1957 í Klaksvík) er ein føroyskur vinnulívsmaður og politikari (FF). Hann er útbúgvin lærari frá Føroya Læraraskúla í 1984, men hevur tey seinastu árini verið dagligur leiðari hjá J.F. Kjølbro Heilsølu í Klaksvík.
Jákup Mikkelsen | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 22. aug 1957 í/á Klaksvík |
Alma mater | Føroya Læraraskúli |
Starv | lærari, politikari, vinnulívsfólk |
Politiskur flokkur | Hin føroyski fólkaflokkurin |
Dátuheiti | |
Commons | Jákup Mikkelsen (politician) |
- Fyri at lesa um føroyska landsliðsfótbóltsleikaran, sí Jákup Mikkelsen (1970).
Politisk lívsleið
rættaHann var býráðslimur í Klaksvík 1984–1992. Hann kom inn á Føroya Løgting sum varafólk á fyri Norðoyar 2002–2008, og møtti fast fyri Anfinn Kallsberg 2002–2004 og fyri Jógvan við Keldu 2004–2005. Mikkelsen varð í 2008 valdur beinleiðis inn á Ting. Hann var formaður í Løgtingsins Trivnaðarnevnd 2008–2011 og fiskimálaráðharri í Stjórnini hjá Kaj Leo Johannesen II 2011–2012. Hann er formaður fyri tingbólkin ha Fólkaflokkinum síðan 2012 og virkaði eisini í tí leiklutinum 2008–2011.
Landsstýrissessir
rætta- 2011-12 Landsstýrismaður í fiskivinnumálum
Løgtingsnevndir
rætta- 2011–2015 formaður í Uttanlandsnevndini
- 2008–2011 formaður í Trivnaðarnevndini
- 2004–2005 limur í Mentanarnevndini
- 2002–2004 limur í Landsstýrismálanevndini
- 2002–2004 limur í Mentanarnevndini
Keldur
rætta