Lat upp høvuðsmeny

Onnur stjórnin hjá Kaj Leo Johannesen var stýri í Føroyum frá 14. november 2011 til 15. september 2015 við Kaj Leo Johannesen úr Sambandsflokkinum sum løgmanni og landsstýrisfólkum úr Fólkaflokkinum, Sjálvstýrisflokkinum og Miðflokkinum. Talan var um eina fleirtalsstjórn, og tann fyrsta reint borgarliga samgongan í Føroyum síðan 1985. Kári P. Højgaard varð koyrdu frá sum landsstýrismaður 5. september 2013 orsakað av málinum um CIP sáttmálan og Skálafjarðartunnilin, sama dag tók Sjálvstýrisflokkuirin seg úr samgonguni.

Landsstýrisfólk Flokkur Frá Til
Løgmaður Kaj Leo Johannesen SB 14. november 2011 15. september 2015
Varaløgmaður Annika Olsen FF 14. november 2011 15. september 2015
Aðalráð Landsstýrisfólk Flokkur Frá Til
Fíggjarmálaráðið Jørgen Niclasen FF 14. november 2011 15. september 2015
Heilsumálaráðið Karsten Hansen MF 14. november 2011 15. september 2015
Mentamálaráðið Bjørn Kalsø SB 14. november 2011 15. september 2015
Innlendismálaráðið Kári P. Højgaard SF 14. november 2011 5. september 2013
Fiskimálaráðið Jacob Vestergaard FF 16. februar 2012 15. september 2015
Jákup Mikkelsen FF 14. november 2011 15. februar 2012
Vinnumálaráðið Johan Dahl SB 14. november 2011 15. september 2015
Almannamálaráðið Annika Olsen FF 14. november 2011 15. september 2015

KeldurRætta