Vinnumálaráðharrar í Føroyum

Vinnumálaráðharrin ella landsstýrismaðurin í vinnumálum, fyrr ídnaðarmálaráðharrin (landsstýrismaðurin í ídnaðarmálum), er limur av Føroya Landsstýri og hevur ábyrgdina fyri vinnumálum, herundir náttúrutilfeingi, arbeiðsumhvørvið, handil, aling osfr. Teir vinnu- og ídnaðarmálaráðharrar sum hava sitið longst eru ávikavist Jacob Lindenskov (JF) og Bjarni Djurholm (FF), við ávikavist 11 og 8 árum.

Tíðarskeið Navn Flokkur Aðalráð
1963–1967 Karsten Hoydal Tjóðveldisflokkurin Ídnaðar- og landbúnaðarmálaráðið
1968–1979 Jacob Lindenskov Javnaðarflokkurin Heilsu-, almanna-, ídnaðar- og løgmálaráðið[1]
1979–1981 Vilhelm Johannesen Javnaðarflokkurin Heilsu-, almanna-, ídnaðar- og løgmálaráðið
1985–1989 Vilhelm Johannesen Javnaðarflokkurin Ídnaðar- og arbeiðsmálaráðið[2]
1989–1991 Olaf Olsen Fólkaflokkurin Ídnaðar-, heilsu- og landbúnaðarmálaráðið
1991–1994 Thomas Arabo Javnaðarflokkurin Fiskivinnu- og ídnaðarmálaráðið[3]
1994–1995 Óli Jacobsen Verkamannafylkingin Ídnaðar-, handils- vinnu-, arbeiðs-, landbúnaðar-, tryggingar- og løgmálaráðið
1995–1996 Axel H. Nolsøe Verkamannafylkingin Ídnaðar-, handils- vinnu-, arbeiðs-, landbúnaðar-, tryggingar- og løgmálaráðið
1996–1998 Ivan Johannesen Sambandsflokkurin Vinnu-, alivinnu og landbúnaðarmálaráðið
1998–2000 Finnbogi Arge Fólkaflokkurin Vinnumálaráðið
2000–2008 Bjarni Djurholm Fólkaflokkurin Vinnumálaráðið
2008 Bjørt Samuelsen Tjóðveldi Vinnumálaráðið
2008–2015 Johan Dahl Sambandsflokkurin Vinnumálaráðið
2015– Poul Michelsen Framsókn Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Viðmerkingar

rætta
  1. Frá 1968 til 1970 nevndist hetta aðalráðið Heilsu-, almanna- og ídnaðarmálaráðið, frá 1970 til 1975 Arbeiðs-, almanna- og ídnaðarmálaráðið, og 1975 til 1979 Heilsu-, ídnaðar- og løgmálaráðið
  2. Frá 1985 til 1988 nevndist hetta aðalráðið Ídnaðar- og løgmálaráðið
  3. Frá 1991 til 1993 nevndist hetta aðalráðið Ídnaðar- og handilsmálaráðið, og á várið 1993 Ídnaðar- og skúlamálaráðið

Slóðir

rætta