Lat upp høvuðsmeny

Bjørt Samuelsen (fødd 2. mars 1965 í Tórshavn) er ein føroyskur journalistur og politikari (Tjóðveldi). Hon hevur sitið í Løgtinginum síðan 2008, og var vinnumálaráðharri frá 4. februar til 15. september 2008.

Bjørt Samuelsen
Bjørt Samuelsen 2015.JPG
er eitt menniskja
Fødd(ur) 2. mar 1965 í/á Tórshavn
Starv journalistur, politikari
Politiskur flokkur Tjóðveldi
Mál Danskt mál
Dátuheiti
Commons Bjørt Samuelsen

Hon vaks upp í Havn, og fluttið til París sum 19-ára gomul. Seinni flutti hon til Keypmannahavn fyri at lesa bromatologi, og er útbúgvin cand. brom. Síðan flutti hon til Oslo, har hon gekk á Norsk Journalisthøgskole. Hon starvaðist sum blaðkvinna/journalistur á Aftenposten, Forbruker-rapporten, og á Forbrukerinspektørene hjá NRK. Hon var stýrislimur í Fagpressens Journalistforum frá 1998 til 2000, og skrivari og kassameistari í Norsk-færøysk lag frá 1994 til 2000. Eftir at hon flutti heimaftur til Føroya á heysti 2000, hevur hon starvast í Kringvarpi Føroya og sum sjálvstøðug vinnurekandi sum samskiftisráðgevi. Hon hevur eisini undirvíst á Fróðskaparsetri Føroya.

Á løgtingsvalinum 2008 varð hon vald inn á Løgtingið fyri Tjóðveldi. Sama dag, hin 4. februar, varð hon útnevnd til vinnumálaráðharra í aðru stjórnini hjá Jóannes Eidesgaard. Heidi Petersen møtti á løgtinginum í staðin. Samgongusamstarvið helt uppat í september sama árið, og Samuelsen gjørdist aftur løgtingslimur.

LøgtingslimurRætta

  • 2008-2011 Løgtingslimur
  • 2011- Løgtingslimur

LandsstýriskvinnaRætta

LøgtingsnevndirRætta

Onnur álitisstørvRætta

KeldurRætta