Løgtingsvalið 2008

Løgtingsval varð hildið í Føroyum hin 19. januar 2008, sum var ein fríggjadag.

Á vali vóru 31.112 út av 34.835 møguligum veljarum, og svarar hetta til eina valluttøku á 89,3 %. Hetta var ein greið lækking í mun til valið í 2004, tá valluttøkan var 92,3 %.

Samlað tal av atkvøðum til flokkarnar rætta

Sjey flokkar stillaðu upp til løgtingsvalið, av hesum var ein nýggjur flokkur, sum stillaði upp fyri fyrstu ferð, tað var Miðnámsflokkurin. Flokkarnir vóru hesir (Bókstavarnir standa fyri lista):

Floksbýtið á løgtingsvalinum 2008 í mun til í 2004 rætta

Niðanfyri sæst yvirlit yvir tingmannabýti, talið í klombrum sipar til munin millum løgtingsvalið 2008 og løgtingsvalið 2004. Av teimum fýra stóru flokkunum varðveittu allir sítt tingmannatal uttan Javnaðarflokkurin, ið misti ein tingmann. Sjálvstýrisflokkurin og Miðflokkurin vunnu hvør sín tinglim, meðan Miðnámsflokkurin sum stillaði upp fyri fyrstu ferð, ongan tinglim fekk.

Tingmannabýti bólkað eftir flokki og persónligum atkvøðum rætta

Fólkaflokkurin 7 rætta

Fremstu varatingmenn fyri Fólkalokkin:

Sambandsflokkurin 7 rætta

Fremstu varatingmenn fyri Sambandsflokkin:

Javnaðarflokkurin 6 rætta

Fremstu varatingmenn fyri Javnaðarflokkin:

Sjálvstýrisflokkurin 2 rætta

Fremstu varatingmenn fyri Sjálvsstýrisflokkin:

Tjóðveldi 8 rætta

Fremstu varatingmenn fyri Tjóðveldi:

Miðflokkurin 3 rætta

Fremstu varatingmenn fyri Miðflokkin:

Miðnámsflokkurin 0 rætta

Miðnámsflokkurin fekk ongan tinglim. Fremsta og einasta valevni hjá Miðnámsflokkinum var Bergur Johannesen, ið fekk 203 atkvøður.

Sí eisini rætta

Keldur rætta