Helena Dam á Neystabø
Helena Dam á Neystabø (fødd 10. desember 1955) er føroyskur politikari. Hon er núverandi politiskt umboð fyri javnaðarflokkin á løgtinginum, og áður hevur hon umboðað Sjálvstýrisflokkin.
Helena Dam á Neystabø | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 10. des 1955 í/á Keypmannahavn |
Alma mater | Københavns Universitet |
Starv | politikari, head teacher, publisher, lærari |
Politiskur flokkur | Javnaðarflokkurin, Nýtt Sjálvstýri |
Børn | Dánjal á Neystabø |
Foreldur | faðir Atli Pætursson Dam |
Dátuheiti | |
Commons | Helena Dam á Neystabø |
Helena Dam á Neystabø hevur nomið útbúgving á fróðskaparsetrinum í Keypmannahavn, og er útbúgvin cand.mag. í týskum og donskum máli og bókmentum, og hevur arbeitt sum studentaskúlalærari 1983-1985, sum fulltrúi á landsfyrisitingini 1985-1987, og á Skúlabókagrunninum frá 1988, harav sum leiðari síðani 1990. Í 2012 varð hon stjóri á Føroya handilsskúla.[1]
Helena sat á løgtingi fyri Sjálvsstýrisflokkin frá 1990 til 2002 undantikið tíðarskeiðið hon sat sum landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum 15. mai 1998 til 26. februar 2001. Hon var formaður fyri Sjálvstýrisflokkin 1994-2001. Hon var uttanflokka eitt stutt tíðarskeið um ársskifti 2001-2002, og fór uppí Javnaðarflokkin í februar 2002. Á løgtingsvalinum 2008 var hon vald, og varð hon landsstýriskvinna í løgmálum 4. februar 2008 til 26. september 2008, og síðani í mentamálum fram til landsstýri varð skift í 2011[2].
Helena Dam á Neystabø er dóttir Atla P. Dam og Ásu Hátún og abbadóttir Petur Mohr Dam.
Keldur
rætta- ↑ FH.FO: "Helena Dam á Neystabø nýggjur stjóri á Føroya Handilsskúla"[deyð leinkja]
- ↑ "Føroya løgmenn og landsstýri síðan 1948"
- Løgtingið 150 – Hátíðarrit, bind 2 (2002), s. 321. (PDF Archived 2012-07-17 at the Wayback Machine)
- Dansk Kvindebiografisk Leksikon: "Helena Dam á Neystabø (1955 - )"