Mikkjal Sørensen
Mikkjal Sørensen (føddur 18. juni 1956 í Porkeri) er føroyskur politikari, og var í 20 ár fram til 2005 stjóri í Suðuroyar Sparikassa. Hann er bygdaráðsformaður í Porkeris Bygdarráð. Hann hevur fleiri ferðir siti á Føroya Løgtingi sum varaumboð fyri Javnaðarflokkin. Hann møtti fast fyri Jóannes Eidesgaard í tíðarskeiðnum 1991-1994 og fyri Hans Paula Strøm frá 4. februar 2008 til 13. juli 2009.

Mikkjal Sørensen heldur flaggdagsrøðuna við Minnisvarðan í Vági 25. apríl 2009.
Nevndarsessir á Føroya LøgtingiEdit
- 2008-09 Limur í Trivnaðarnevndini
KeldurEdit
- Løgtingið 150 – Hátíðarrit, bind 2 (2002), s. 352–353. (PDF)
Ávísingar úteftirEdit
- Mikkjal Sørensen, logting.fo