Hergeir Nielsen
Niels Jákup Hergeir Nielsen (føddur 27. august 1949 í Vági) er føroyskur lærari og politikari. Hann varð valdur inn á Føroya Løgting fleiri ferðir, seinast til Løgtingsvalið 19. januar 2008. Hann hevur sitið sum løgtingsformaður tríggjar ferðir, seinastu ferð var valskeiði 2008-2011. Hergeir var landsstýrismaður 1978-80. Hann var blaðstjóri á 14. September frá 1992 til 1994.[1] Hergeir stillaði ikki upp aftur til løgtingsvalið í oktober 2011, eftir at hava verið virkin í politikki í 33 ár.[2]
Hergeir Nielsen | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 27. aug 1949 í/á Vágur |
Starv | lærari, politikari |
Politiskur flokkur | Tjóðveldi |
Dátuheiti | |
Commons | Hergeir Nielsen |
Løgtingsformaður
rættaNiðanfyri sæst yvirlit yvir tær ferðirnar, tá Hergeir Nielsen hevur verið formaður, 1. næstformaður og 3. næstformaður á Føroya Løgtingi.
Keldur
rætta- ↑ "Logting.fo". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2011-08-09. https://web.archive.org/web/20110809022812/http://www.logting.fo/parliamentmember/view.gebs?menuChanged=31&parliamentMember.id=14. Heintað 2011-10-30.
- ↑ "Aktuelt.fo". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2012-05-27. https://archive.today/20120527053200/http://aktuelt.fo/page/grein/tjoveldi_lidugt_vi_uppstilling_i_suuroy. Heintað 2011-10-30.