Sámal Petur í Grund
Sámal Petur Martinsson í Grund (f. 26. juli 1958 í Syðrugøtu) er ein politikari fyri Sjálvstýrisflokkin. Til løgtingsvalið í 2011 og 2015 stillaði hann upp á listanum hjá Framsókn, men í 2019 leitaði hann sær aftur til røturnar.[1][2]
Sámal Petur í Grund | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 26. jul 1958 í/á Syðrugøta |
Starv | politikari, trúboðari, sjómaður |
Politiskur flokkur | Nýtt Sjálvstýri, Framsókn, Nýtt Sjálvstýri |
Dátuheiti |
Hann hevur útbúgving sum elektronikk-mekanikari frá 1980 og sum fiskiskipari 1994. Hann starvaðist sum mekanikari á verksmiðjutrolara 1979-85, sum trúboðari 1986-91, og sum sjómaður 1991-93. Hann var bestýrari á Runavíkar Sjómansheimi 1998 -1999. Síðan 2004 hevur hann starvast sum skipari umborð á strandfaraskipinum Sam M/F, sum siglur millum Kalsoynna og Klaksvík.
Sámal Petur í Grund var landsstýrismaður við ábyrgd fyri samskiftis- og mentanarmálum, ferðavinnu og sjóvinnu 1994-1997, og í almanna- og heilsumálum 2001-2002. Hann sat sum løgtingslimur 1998-2002, undantikin tíðarskeiðið sum landsstýrismaður. Til løgtingsvalið 2011 stillaði Sámal Petur upp fyri nýggja flokkin Framsókn. Hann gjørdist nummar fimm á listanum við 111 atkvøðum.[3] Á løgtingsvalinum 2015 stillaði hann aftur upp fyri Framsókn, og gjørdist nummar 11 á listanum við 67 atkvøðum.[4] Á løgtingsvalinum 2019 stillaði hann upp á listanum hjá Sjálvstýri. Hann gjørdist nummar 4 á listanum við 91 atkvøðum.[5]
Løgtings- og landsstýrissessir
rætta- 1994 -1997 Landsstýrismaður í Mentanar- og samskiftismálum (Sjálvstýrisflokkurin)
- 1998 – 2001 Løgtingsmaður (Sjálvstýrisflokkurin)
- 2001 – 2002 Landsstýrismaður í Almanna- og heilsumálum (Sjálvstýrisflokkurin).
Keldur
rætta- ↑ Sámal Petur aftur til røturnar, jn.fo, 25-04-2019
- ↑ Sámal Petur aftur til røturnar, nordlysid.fo, 25.04.2019
- ↑ Kringvarp.fo, Løgtingsval 2011, valúrslit
- ↑ Løgtingsval 1. september 2015, kvf.fo
- ↑ Sí yvirlitið: Allar tær persónligu atkvøðurnar, kvf.fo, 01.09.2019
- Løgtingið 150 – Hátíðarrit, bind 2 (2002), s. 280. (PDF Archived 2006-09-27 at the Wayback Machine)