Syðrugøta
Syðrugøta er ein bygd í Eysturoy.
Syðrugøta | |
Sydregøte (danskt) | |
Bygd | |
Syðrugøta
| |
Land | Føroyar |
---|---|
Sýsla | Eysturoya sýsla |
Oyggj | Eysturoy |
Kommuna | Eysturkommuna |
Íbúgvar | 427 (2015)[1] |
Postnummur | FO-513 |
Markatal | 30-10-00 mk.gl.sk. |
|
Syðrugøta er bygd frá víkingatíð, og saman við grannabygdunum, Gøtugjógv og Norðragøtu verður hon ofta bert nevnd Gøta, og hesar bygdir eru ein kommuna. Navnið Gøta sipar til bygdagøtuna, sum frá gamlari tíð hevur verið ein høvuðsfarleið í Eysturoy frá Skálafirði til bygdirnar norðanfyri. Fyrri liður í bygdarnavninum sipar til, at hon var tann syðra av tveimum.
Gøtugjógv er helst yngri bygd enn hinar báðar. Gomul søgn er, at kirkja var í Syðrugøtu, men av óbótagerð misti bygdin kirkjuna, og varð hon flutt til Norðragøtu. Enn verður víst á, har kirkja og kirkjugarður vóru. Frá gamlari tíð eru kendir tveir býlingar, niðri við Hús og úti í Grógv, men teir eru samanbygdir fyri mongum árum síðan. Um 1860 kom nýggj niðursetubygd, Undir Gøtueiði, sum liggur í Syðrugøtuhaga við Skálafjørðin.
Syðrugøta hevur stóran haga, og sera langt er úr norðasta parti og aftur at húsum. Søgn er, at syðrugøtumenn høvdu hús við eldstaði í haganum at vera í, um ov seint var at fara aftur at húsum.
Ein seyðamaður í bygdini, ið nevndist Jákup Dintil, var sera kvikur maður. Hann fór í hetta hús eitt kvøldið, men skjótt eftir komu tveir seyðatjóvar inn og verða varir við hann. Við snildum slapp hann út og so til beins aftur at húsum at siga frá.
Syðrugøta liggur við Gøtuvík, sum er opin móti eystri, og tá ið landsynningur og eystan gera um seg, er ókyrt á víkini. Frægasta kyrruplássið er í Norðragøtu, og har er kommunal havn bygd.
Á frímerkinum sæst sandurin niðan fyri húsini, og har verður G! Festivalur hildin á hvørjum sumri. Hann hevur verið eitt framúr stórt tiltak, sum hevur savnað eina øgiliga rúgvu av ungum fólki, og er vaksin á hvørjum ári. Í 2006 vóru 5000 fólk møtt, ella um 10% av øllum føroyingum, og kendar stjørnur úr útlondum hava luttikið. G! Festivalurin og Summarfestivalurin eru teir størstu tónleikafestivarnir í Føroyum og fevna um fleiri dagar. Á G! Festivalinum er vanligt at fólk møta í góðari tíð fyri at fáa eitt tjaldingarpláss, síðan búgva tey har í fleiri dagar.
Kend fólk úr Syðrugøtu
rættaKeldur
rætta