Norðragøta er ein bygd í Eysturoy, partur av Eysturkommunu, sum, eisini fevnir um bygdirnar Syðrugøtu og Við Gøtugjógv. Hesar bygdir verða ofta undir einum róptar í Gøtu. Gøta er gomul bygd, í Føroyingasøgu kend frá einum av høvuðspersónunum, Tróndi í Gøtu. Óvist er, hvørjari av Gøtunum, Tróndur gamli hevur búð í. Norðragøta er millum elstu bygdir í Føroyum. Á Tróndargrund, í kjallaranum í Jákupsstovu, varð í 1980-árunum staðfest búseting um ár 630.

Norðragøta
Nordregøte (danskt)
Bygd
Norðragøta
Norðragøta
Land  Føroyar
Sýsla Eysturoya sýsla
Oyggj Eysturoy
Kommuna Eysturkommuna
Íbúgvar 614 (2015)[1]
Postnummur FO-512
Markatal 32-00-00 mk.gl.sk.

Vinnuvirksemið i bygdini er stórt. Á Gøtu Fiskavirkið, ið framleiðir saltfisk, arbeiða dagliga umleið 100 fólk. Eisini er stórt virksemi á havnaøkinum av alivinnuni.

Ítróttur

rætta

Ítróttur og fótbóltur í Eysturkommunu hevur sítt hásæti í Norðragøtu. Í Sarpugerði hava samanløgdu feløgini og LÍF, sum nú eru Víkingur, funnið sína háborg við nýggjum graslíki og nýggjum felagshúsi og áskoðaraplássum.

Keldur

rætta
  1. Hagstova.fo
  Henda greinin um Føroyar er ein stubbi. Tú kanst hjálpa Wikipedia við at víðka hana


 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið