G! Festival
G! Festival í Gøtu er fyrsti uttandura tónleikafestivalur í Føroyum.
Søgan
rættaFyrsti G! Festivalurin var í 2002. Tað vóru fólk í Tónleikasamtakinum Grót og í bólkinum Clickhaze, sum tóku stig til hendan fyrsta G! Festivalin. Fyrsti G! Festivalurin vardi einans ein dag og hevði einans ein pall, mestsum bara føroyskar tónleikabólkar og einki tjaldingarøkið. Árið eftir, í 2003 vaks tiltakið í vavi til áleið tað konseptið, sum G! hevur verið kent fyri síðani - tað strekkir seg yvir hósdag, fríggjadag og leygardag, við fleiri pallum, tjaldingarøki og stórum parti av bólkunum úr útlondum. Festivalurin vaks hvørt ár frá byrjan til heystið 2007 tá G! festivalurin fór á heysin vegna stóra fíggjarliga skuld.
Í januar 2008 kunngjørdi Jón Tyril, talsmaður fyri G! Festivalin, at eingin festivalur fór at vera í 2008. Tá summarið kom, varð tó hildin ein G! Mini festivalur, sum var ein skerd minni útgáva av G! Festival.
Í januar 2009 varð G! Festivalurin endurreistur og varð hildin aftur í Gøtu summarið 2009.[1]
Í 2010 var G! Grunnurin settur á stovn og tók yvir fyriskipanina av G! Festival. Stjóri í G! Grunninum er Janus Rasmussen. Í nevndini fyri G! Grunnin sita í løtuni Sigvør Laksá, formaður, Hans Jákup Mikkelsen, næst form., Oluffa Joensen, Theodor Kapnas, Jón Tyril. Alt yvirskot frá G! Festival fer óskert til arbeiðið at gera eina tónleikamiðstøð í Gøtu.
Nøkur árstøl
rætta2003
rættaÍ 2003 framførdu eitt nú hesi: Bomfunk MC's (FI), Úlpa (ÍS), Xploding Plastix (NO), Glorybox (DK), Clickhaze (FO).
2004
rættaÍ 2004 framførdu eitt nú hesi: Kashmir (DK), Russ Taff (USA), Temple of Sound (UK), Darude (FI) og Gåte (NO).
2005
rættaÍ 2005 framførdu eitt nú hesi: Nephew (DK), Blue Foundation (DK), Beats and styles (FI), Glenn Kaiser (US), Hjálmar (ÍS), Afenginn (DK), Europe (SE), Eivør (FO), Teitur (FO).
2006
rættaÍ 2006 framførdu eitt nú hesi: Mugison (IS), Animal Alpha (NO), Beth Hart (US), Kaizers Orchestra (NO), Outlandish (DK), Infernal (DK), Eivør (FO), Teitur (FO).
2007
rættaÍ 2007 framførdu eitt nú hesi: Natasha Bedingfield (UK), Serena Maneesh (NO), The Dixie Hummingbirds (US), Nephew (DK), Hatesphere (DK), Polkaholix (DE), Eivør Pálsdóttir (FO), Teitur Lassen (FO), Boys In A Band (FO), Sic (FO), Budam (FO)
2009
rættaÍ 2009 framførdu eitt nú hesi: Spleen United (DK), Mr Flash (FR), Familjen (SE), Katzenjammer (NO), Nathan James (US), Veto (DK), The Haunted (SE) og Valravn (FO/DK)
2010
rættaÍ 2010 framførdu eitt nú hesi: Arch Enemy (SE), Moto Boy (SE), FM Belfast (IS), Eivør Pálsdóttir (FO), Nephew (DK), Lucy Love (DK), Týr (FO) og The Ghost (FO).
2011
rættaÍ 2011 framførdu eitt nú hesi: Travis (UK), The Tennessee Mafia Jug Band (US), Annemarie Zimakoff (DK), Mugison (IS), Petur Pólson (FO), Orka (FO), Andy Irvine (IRE), Guðrið Hansdóttir (FO), Fallulah (DK), Skálmöld (IS), Hamferð (FO), Guðrun & Bartal (FO), Blind Boys of Alabama (US), MOVITS! (SE), Meshuggah (SE), Týr (FO), Sic (FO) og Nive Nielsen and the Deer Children (GR).
2012
rættaÍ 2012 framførdu eitt nú hesi: Kapten Röd (SE), Raske Penge (DK), Retro Stefson (IS), Hogni (FO), Eivør Pálsdóttir (FO), Amsterdam Klezmer Band (NL) |200 (FO), Teitur Lassen (FO), Rosa Lux (DK), Nanook (GL) Hamferð (FO) Guðrið Hansdóttir (FO), JPFT Soundsystem (DK), Benjamin (FO), Brynjolfur (FO), Gipsy Train (FO), Villu Veski (EE), Momentum (IS), SAKARIS (FO), Marius Ziska (FO), Frændur (FO), Knút (FO), Kaj Klein (FO), KGB (IS), Lív Næs (FO) og Kiasmos (FO/IS).
2013
rættaG! festivalurin hevði m.a. hesi nøvn á skránni fyri 2013: Nephew (DK), Karin Park (SE), Ásgeir Trausti (IS), Reptile Youth (DK), Alina Devecerski (SE).
Tónleikanøvn 2007
rættaBólkarnir og sangararnir niðanfyri eru frá 2007:
- Afenginn (DK)
- Beats And Styles (FI)
- BlueFoundation (DK)
- Darude (FI)
- Lisa Ekdahl (SE)
- Ensimi (ÍS)
- Europe (SE)
- Glenn Kaiser (US)
- Gåte (NO)
- Kashmir (DK)
- Nephew (DK)
- Hjálmar (ÍS)
- Russ Taff (US)
- Úlpa (ÍS)
- Xploding Plastix (NO)
Tónleikabólkar úr Føroyum 2007
Keldur
rætta- ↑ Planet.fo[deyð leinkja] Hin níggindi G! Festivalurin settur á skinnara