Lív Næs

føroysk songkvinna og tónleikari

Lív Næs (fødd í 1988) er ein føroysk songkvinna og tónleikari, hon spælir guitar. Lív er ættað úr Fuglafirði men býr í løtuni (2013) í Havn, har hon gongur á læraraskúla.

Lív Næs, útgávukonsert á Seglloftinum í februar 2013.

Lívsleið innan tónleik rætta

Lív gjørdist kend í Føroyum sum songkvinna, tá hon sang saman við Niels Midjord. Tey bæði góvu út fløguna Tú skalt eiga morgindagin í 2009. Í 2011 hevur hon luttikið á føroyskum tónleikafestivalum við kvinnutónleikabólkinum Lív & the Zoo, eitt nú framførdu tær á Summarfestivalinum í Klaksvík. Hinar í tónleikabólkinum eru: Jenny J. Kragsteen, Anna Maria Wrae og Maibritt H. Johansen.[1] Fyrstu ferð tær framførdu var á Sandi í 2011.[2] Lív hevur eisini framført saman við unnusta sínum Tróndi Enni, tey góvu út stakfløguna Sveimandi í 2011. Tey hava eisini framtført saman, eitt nú á Mentanarnáttini í Havn í 2012.[3] Tá Lív framførir á ymiskum tiltøkum, hevur hon ofta guitarleikararnar Trónd Enni og Una Debess at spæla guitar saman við sær. Í desember 2009 var Lív gestasangari á útgávukonsert hjá Brandi Enni í Norðurlandahúsinum. Í 2010 var hon sjónvarpsvertur í føroysku barnasendingini Ert tú við?, sum var í 13 pørtum. Í 2012 útgav hon fløguna Keldufar, sum eru yrkingar eftir abba hennara Johannes Andreas Næs. Hann brúkti skaldanavnið Flóvin Flekk og gav út yrkingasavnið Keldufar í 1949. Lív hevur gjørt øll løgini uttan "Meg droymdi", sum er gjørt saman við Trónda Enni og "Urið", sum abbi hennara lesur upp og Finnur Hansen hevur gjørt ljóðmynd til.[4]

Tónleikaútgávur rætta

 
Lív Næs og abbi hennara Johannes Andreas Næs, útgávukonsert 2013
 
Lív Næs og Niels Midjord í 2013

Egnar útgávur rætta

Útgávur saman við øðrum rætta

  • Tú skalt eiga morgindagin. Niels Midjord & Lív Næs tulka Alf Proysen, 2009

Stakløg rætta

Savnsfløgur saman við øðrum rætta

  • Frískar Kular Røtur, 2011
  • Fræls og javnlík, Amnesty International, TUTL, november 2011[6]

Heiðurslønir og tilnevningar rætta

Keldur rætta

  1. Summarfestivalur.fo, Lív & The Zoo[deyð leinkja]
  2. Planet.fo[deyð leinkja]
  3. Trygging.fo, Opið hús á Kongabrúnni
  4. TUTL.com[deyð leinkja] Lív Næs - Keldufar
  5. "Planet.fo, Lív ger tónleik til yrkingar hjá abbanum". http://planet.fo/grein/liv_ger_tonleik_til_yrkingar_hja_abbanum. Heintað 2012-12-15. 
  6. TUTL.com[deyð leinkja]
  7. Planet.fo Archived 2013-01-22 at the Wayback Machine Hesi eru tilnevnd til Planet Awards 2012

Slóðir rætta

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið