Tróndur Enni
Tróndur Enni av Tvøroyri er virkin tónleikari í Suðuroy. Tróndur spælir á fleiri ljóðføri, m.a. horn, bass og guitar. Hann hevur starvast sum tónleikalærari í Suðuroyar Musikkskúla og spælir við ymiskum tónleikarum, m.a. Una Debess, Lív Næs og Eyðun Nolsøe. Tróndur eisini við í nýggja tónleikabólkinum "Eyðun og Lærusveinarnir" saman við Eyðun Nolsøe og trummuspælaranum Brandur Jacobsen. Harumframt spælir Tróndur Enni eisini trompet við Tvøroyrar Hornorkestri, onkuntíð stjørnar hann eisini hornorkestrinum. Tróndur og Brandur Enni eru beiggjar, teir hava fleiri ferðir spælt saman á konsertum í Føroyum, tá Brandur, sum býr í Svøríki er í Føroyum. Teir spældu m.a. saman á Ó-konsertini 27. juli 2011 í Havn,[1] á Jóansøkufestivalinum 2009 og á Saltsilokonsertini á Drelnesi í mai 2010.
Tróndur Enni | |
---|---|
Tróndur Enni í 2011
| |
Føddur | Tvøroyri |
Yrki | Sangari, tónasmiður, tónleikari, undirvísari |
Útgávur
rættaTróndur Enni hevur ikki givið út egna fløvu enn (januar 2013), men hann er við á fløvum og føroysku útvarpsrásirnar spæla av og á løg hjá honum, m.a. lagið "Sveimandi" sum Tróndur syngur og spælir saman við unnustu síni Lív Næs, sum eisini er tónleikari, sangari og sangskrivari.
- Dýrd, 2005, lagið Love, saman við Lenu Anderssen og lagið "Av Fólki Sum Tær" Tróndur saman við Brandur Enni.[2]
- Keldufar, 2012, hjá Lív Næs við yrkingum hjá abba hennara Jóhannes Næs (Flóvin Flekk). Tróndur syngur saman við Lív sangin Meg droymdi. Hann spælir ymisk ljóðføri til fleiri av løgunum og syngur eisini kór til nakrar sangir.[3]
Stakløg
rætta- Sveimandi - Saman við Lív Næs, 2011
Keldur
rætta- ↑ Roddin.fo, Ó-Konsertin 27. Juli 2011[deyð leinkja]
- ↑ Rateyourmusic.com, Dýrd, Various artists
- ↑ TUTL.com[deyð leinkja] Lív Næs - Keldufar