Keldufar
Keldufar er ein fløga, sum Lív Næs gav út í 2012. Keldufar var eisini heitið á einum yrkingasavni, sum Flóvin Flekk (skaldanavn fyri Johannes Andreas Næs) gav út í 1946. Lív Næs er abbadóttir Johannes Andreas Næs.[1] Hon hevur valt 11 av yrkingunum úr Keldufar, gjørt løg til yrkingarnar saman við øðrum og givið út fløguna. Fløgan er innspæld á Bakkastudio á Tvøroyri. Tróndur Enni hevur staðið fyri upptøku og framleiðslu. Trummur, strúkikvartett og ein vokalur á sangi fýra er tikið upp í Bloch Studio í Havn. Mix, mastering og aðrar upptøkur í Finnur Hansen studio; slagverk, kór og tangentar. Útseting av sangi 1, 2 og 6 hevur Lív Næs staðið fyri, Tróndur og Brandur Enni hava staðið fyri útseting av sangi 3 og Finnur Hansen hevur staðið fyri útseting av sangunum 5 og 8. Lív hevur sjálv gjørt tey flestu av løgunum, tó hevur Finnur Hansen gjørt ljóðmyndina til Urið og lagið til Meg droymdi hava Lív og Tróndur Enni gjørt í felag.[2]
Sangir á fløguni
rætta- Heystarblóma
- Grind
- Rósan
- Meg droymdi
- Mítt morgunbríksl
- Mín lynglitta lá
- Bergljót
- Á lívsins dreymaleið
- Dúgva mín
- Urið
- Tað vakurt er
Keldur
rætta- ↑ "Planet.fo". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2012-12-17. https://web.archive.org/web/20121217055638/http://planet.fo/grein/liv_ger_tonleik_til_yrkingar_hja_abbanum. Heintað 2013-01-20.
- ↑ Bóklingur sum er inni í fløguhúsanum Keldufar