Løgtingsvalið 2019
Løgtingsvalið 2019 til Føroya Løgting varð leygardagin hin 31. august 2019. Løgmaður, Aksel V. Johannesen, útskrivaði valið ólavsøkudag 29. juli 2019. Valið varð seinasta dagin í valskeiðnum, sum møguligt var at halda løgtingsval, tí at seinasta løgtingsval var tann 1.september 2015.[1][2][3] Á valinum í 2019 vóru okkurt um 1000 fleiri veljarar enn á valinum 2015.
Flokkar og valevni
rættaSjey tingfólk høvdu boðað frá, at tey stilla ikki uppaftur. Tey vóru Kári P. Højgaard, Bjørn Kalsø, Sonja Jógvansdóttir, Magni Laksáfoss, Helena Dam á Neystabø, Edmund Joensen og Joen Magnus Rasmussen.[4]
Kristin Michelsen, sum varð valdur á listanum hjá Javnaðarflokkinum á seinasta løgtingsvali, var hesa ferð á listanum hjá Sjálvstýrinum.[5]
Níggju flokkar vóru at velja millum á løgtingsvalinum 2019. Tað vóru teir sjey flokkarnir, sum tá vóru í løgtinginum, og tveir nýggir. Teir nýggju vóru Framtakið fyri rættinum at velja kannabis og Føroyaflokkurin.[6][7] Tilsamans 179 valevni bjóðaðu seg fram til løgtingsvalið, 121 menn og 58 kvinnur.[8] Tann 17. august kl. 18 var seinasta freist at lata valevnislistar inn til formannin í løgtingsvalnevndini.[9]
Atkvøðugreiðslan byrjaði 31. august 2019, kl. 10.00 fyrrapart og helt fram til kl. 20.00.[10]
Flokkar | Valevni[8][11][12] | ||
---|---|---|---|
A – Fólkaflokkurin
|
28 | ||
B – Sambandsflokkurin
|
29 | ||
C – Javnaðarflokkurin
|
28 | ||
D – Sjálvstýri
|
15 | ||
E – Tjóðveldi
|
34 | ||
F – Framsókn
|
14 | ||
H – Miðflokkurin
|
15 | ||
K – Framtakið
|
12 | ||
L – Føroyaflokkurin
|
4 | ||
Úrslit
rættaFlokkar
rættaFólkaflokkurin gekk 5,6 prosentstig fram og gjørdist stóri vinnarin á løgtingsvalinum. Javnaðarflokkurin hevði størstu afturgongdina við 2,9 prosentstig, men hinir flokkarnir í samgonguni, Tjóðveldi og Framsókn, mistu eisini meira enn 2 prosentstig hvør.
- Atkvøðurætt: 37.821
- Atkvøður: 33.819
- Blankar/Ógildugar: 82/47
- Valluttøka: 89,8%
Flokkar | Atkvøður | Tinglimir | ||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Listar | Val 2019 | % | Val 2015 | % | Munur | Val 2019 | Val 2015 | |
A – Fólkaflokkurin
|
8298 | 24,5 | 6102 | 18,9 | +5,6 | 8 | 6 | |
B – Sambandsflokkurin
|
6882 | 20,3 | 6046 | 18,7 | +1,6 | 7 | 6 | |
C – Javnaðarflokkurin
|
7495 | 22,2 | 8093 | 25,1 | -2,9 | 7 | 8 | |
D – Sjálvstýri
|
1158 | 3,4 | 1305 | 4,0 | -0,6 | 1 | 2 | |
E – Tjóðveldi
|
6129 | 18,1 | 6691 | 20,7 | -2,6 | 6 | 7 | |
F – Framsókn
|
1562 | 4,6 | 2241 | 6,9 | -2,3 | 2 | 2 | |
H – Miðflokkurin
|
1816 | 5,4 | 1779 | 5,5 | -0,1 | 2 | 2 | |
K – Framtakið
|
312 | 0,9 | 0 | 0 | +0,9 | 0 | 0 | |
L – Føroyaflokkurin
|
167 | 0,5 | 0 | 0 | +0,5 | 0 | 0 | |
33819 | 32374 | 33 | 33 |
Tølini eru frá heimasíðuni hjá Løgtinginum (atkvøður)[13] og frá heimasíðuni hjá KvF (tinglimir).[14]
Persónligar atkvøður
rættaAksel V. Johannesen gjørdist toppskorari á valinum við 2323 atkvøðum. Bárður á Steig Nielsen fekk næstflestar við 1218. [15] Av teimum valevnunum, ið vórðu vald inn á ting fyri fyrstu ferð, fekk Beinir Johannesen flestar atkvøður við 998.
Persónligar atkvøður av teimum 33 fólkunum, ið manna nýggja løgtingið.[13][14]
(25 menn og 8 kvinnur. Fínteljingin er liðug.)[16][17]
Valevni | Atkvøður | ||
---|---|---|---|
C – Aksel V. Johannesen
|
2323 | ||
B – Bárður á Steig Nielsen
|
1218 | ||
E – Høgni Hoydal
|
1208 | ||
A – Beinir Johannesen
|
998 | ||
A – Jacob Vestergaard
|
783 | ||
A – Jørgen Niclasen
|
722 | ||
A – Jógvan á Lakjuni
|
683 | ||
A – Christian Andreasen
|
580 | ||
B – Magnus Rasmussen
|
575 | ||
A – Jákup Mikkelsen
|
548 | ||
C – Ingilín Didriksen Strøm
|
546 | ||
B – Helgi Abrahamsen
|
497 | ||
E – Sirið Stenberg
|
493 | ||
H – Jenis av Rana
|
471 | ||
B – Kaj Leo Holm Johannesen
|
468 | ||
A – Uni Rasmussen
|
465 | ||
A – Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
|
461 | ||
C – Henrik Old
|
443 | ||
C – Heðin Mortensen
|
429 | ||
E – Bjørt Samuelsen
|
404 | ||
H – Bill Justinussen
|
371 | ||
B – Frimodt Rasmussen
|
357 | ||
C – Djóni Nolsøe Joensen
|
352 | ||
E – Kristina Háfoss
|
344 | ||
B – Rósa Samuelsen
|
314 | ||
E – Beinta Løwe
|
301 | ||
D – Kristin Michelsen
|
298 | ||
E – Hervør Pálsdóttir
|
289 | ||
C – Jóhannis Joensen
|
285 | ||
F – Bjarni K. Petersen
|
280 | ||
B – Johan Dahl
|
276 | ||
C – Bjarni Hammer
|
271 | ||
F – Poul Michelsen
|
271 | ||
Hygg eisini at
rættaÁvísingar úteftir
rætta- Valúrslit - Løgtingsval 31. august 2019, kvf.fo
- Val 2019, kvf.fo
- Løgtingsval 2019, kvf.fo
- Allar persónligar atkvøður, kvf.fo
- Løgtingsval verður 31. august, lms.fo
- Vegleiðing um tíðarfreistir í sambandi við løgtingsvalið 2019, himr.fo
- Valevnalistar til løgtingsvalið 31. august 2019, himr.fo
- Hesi stilla upp til løgtingsvalið 2019 / valevnini, kvf.fo
- Valevni, portal.fo, 17. august 2019
- Framtakið fær K - Føroyaflokkurin fær L, dagur.fo
- Løgtingsvalið 2019, snar.fo
Keldur
rætta- ↑ Val verður 31. august, kvf.fo, 29. juli 2019
- ↑ "Val útskrivað til 31. august". http://www.in.fo/news-detail/news/val-utskrivad-til-31-august/. Heintað 2019-09-02.
- ↑ Løgmaður hevur útskrivað val at vera 31. august 2019, vp.fo
- ↑ Fólkafloksmaður takkar fyri seg - Sjey tingfólk stilla ikki upp aftur til komandi løgtingsval Archived 2019-08-04 at the Wayback Machine, in.fo, 2. aug 2019
- ↑ Nú er tað váttað: Kristin stillar upp fyri Sjálvstýri Archived 2019-08-17 at the Wayback Machine, in.fo, 17.08.2019
- ↑ Løgmaður skrivaði í dag sum væntað út val, kvf.fo, 29. juli 2019
- ↑ Framtakið fær K - Føroyaflokkurin fær L, dagur.fo, 30. juli 2019
- ↑ 8.0 8.1 179 valevni bjóða seg fram til løgtingsvalið, portal.fo, 17. aug. 2019
- ↑ Enn er tíð at boða frá nýggjum flokki, dagur.fo, 29. juli 2019
- ↑ Vegleiðing um tíðarfreistir í sambandi við løgtingsvalið 2019, dagur.fo, 29. juli 2019
- ↑ Valevni, portal.fo, 17. august 2019
- ↑ Dan Klein er valevni hjá Framtakinum, vp.fo
- ↑ 13.0 13.1 Endaligt úrslit - Løgtingsval 2019, logting.fo
- ↑ 14.0 14.1 Hesi manna nýggja løgtingið, kvf.fo, 1. 09. 2019
- ↑ Aksel V Johannesen gjørdist toppskorari á valinum, vp.fo
- ↑ Fínteljingin broytti ikki løgtingsvalið, kvf.fo, 5. sept. 2019
- ↑ Fínteljingin liðug: Nú er Løgtingið endaliga mannað, in.fo, 4. sept. 2019