Sonja Jógvansdóttir
Sonja J. Jógvansdóttir (fødd 9. november 1977[1] í Tórshavn, uppvaksin í Fuglafirði)[2] er ein føroyskur journalistur, samskipari og politikari, ið varð vald inn á Føroya Løgting fyri Javnaðarflokkin á Løgtingsvalinum 2015, sum tann fyrsti samkyndi løgtinslimur, ið er opin um tað. Sonja valdi at fara úr Javnaðarflokkinum dagin eftir, at nýggj samgonga varð skipað hin 15. september 2015, og gjørdist leysgangari frá 16. september 2015.[3]
Sonja Jógvansdóttir | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 9. nov 1977 í/á Tórshavn |
Alma mater | University of Edinburgh |
Starv | journalistur, politikari |
Politiskur flokkur | Tjóðveldi, independent politician, Javnaðarflokkurin |
Mál | Føroyskt mál, Enskt mál |
Dátuheiti |
Bakgrund
rættaSonja vaks upp í Fuglafirði, tók studentsprógv á Stundentaskúlanum í Kambsdali]] í 1997 og hevur síðan lokið prógv sum Master of Arts við honours í stjórnmálafrøi frá University of Edinburgh í 2002. Harumframt hevur hon tikið fleiri fak á kandidatstøði innan fyrisiting á RUC 2004-2005.
Hon er stigtakari til og samskipari fyri SAMTAK síðan 2006. Samtak er eitt paraplyfelag fyri føroysku fakfeløgini. Hon starvaðist sum blaðkvinna í Dimmalætting frá 2002 til 2004 og aftur summarið 2005 og hevur síðan eisini starvast sum freelance journalistur og ráðgevi fyri ymisk áhugafeløg. Hon hevur starvast fyri eitt nú homoblaðið CPH Proud og Javnstøðunevndina). Hon var við til at seta á stovn Friðarbogan í 2003, ið var eitt áhugafelag fyri samkynd. Hon var virkin í Amnesty International 1997-2002.
Hon livir í føstum parlagi við fyrrverandi mentamálaráðharra Føroya, Annlis Bjarkhamar.[1]
Politisk lívsleið
rættaSonja stillaði upp til løgtingsvalið 2015 fyri Javnaðarflokkin. Hon var sera sjónlig í valstrínum, har hon marknaðarføtdi seg vid einari sloyfu, ið Óli Breckmann fyrr var kendur fyri at nýta. Tey bæði eru annars mótsetningar politiskt, hann uttast til høgru og hom langt til vinstru. Hon segði í valstríðnum, at hon vildi arbeiða fyri teimum ið vóru í fátækraváða og fyri at skapa javnrættindi til samkynd og øll í Føroyum. Hon fekk sera nógvar atkvøður, 1021 persónligar atkvøður, ið var næstflest hjá Javnaðarflokkinum og triðflest av øllum. Flokkur hennara kom í samgongu við Tjóðveldi og Framsókn og fekk løgmann og trý onnur landsstýrisfólk. Sonja kom ikki í landsstýrið, men seinni dagin eftir at landsstýrið varð sett, segði hon, at henni stóð í boði at gerast landsstýriskvinna í innlendismálum, men tað hevði hon takkað nei til, tí hon metti at onnur vóru betri egnaði til tað og at hon hevði egna seg betri til almannamál. Sama kvøld sum løgtingið hevði sín fyrsta fund og landsstýrið varð útnevnt, boðaði Sonja frá, at hon tók seg úr Javnaðarflokkinum, men at hon framvegis stuðlaði samgonguni. Hon segði m.a. At hon ikki føldi seg væl í flokkinum og at hon ikki kundi halda fram við at vera limur í einum flokki, ið hevði blokerað fyri, at hjúnarbandslógin varð nevnd í samgonguskjalinum.
Tá ið nevndarsessirnir í Løgtinginum vóru býttir, fekk Sonja tveir vanligir nevndarsessir, ongan formanssess. Hon og Nýtt Sjálvstýri gjørdu tekniskt samstarv við samgonguna, ið førdi til, at andstøðan ongan formanssess fekk. Nýtt Sjálvstýri fekk tveir formanssessir, eitt nú gjørdist Bárður Kass Nielsen formaður í einari nevnd, hann er varamadur fyri Jógvan Skorheim, ið noyddist at velja løgtingssessin frá um hann vildi halda fram sum borgarstjóri í Klaksvík, Bárður fekk 69 atkvøður. Sosialurin skrivaði kritiskt um tað at Sonja hevði telva so illa, at hon takkaði nei til landsstýrissess og rýmdi úr Javnaðarflokkinum, ið gørdi tað upplagt, at Framsókn og samgongan, ið var komin í minniluta, noyddust at bjóða Anniku Olsen formanssessin í Fíggjarnevndini, fyri at tryggja sær, at hon gjørdist limur í Framsókn og harvið eisini gjørdist limur í samgonguni, ið harvið aftur fekk meiriluta. Stutta tíð eftir at Annika fór upp í Framsókn, valdi hon tó at taka seg úr aftur flokkinum og gjørdist leysgangari eins og Sonja. Sonja valdi at stuðla stjórnini, og nakrir mánaðir seinni vísti tað seg, at stjórnin hjá Aksel V. Johannesen hevði størri stríð við at finna semju innanfloks enn við Sonju Jógvansdóttir, tá ið Kristin Michelsen og Bjarni Hammer, ið samstundis vóru ávikavist borgarstjóri og varaborgarstjóri á Tvøroyri, ikki vildu taka undir við ætlaða politikkinum hjá samgonguni viðvíkjandi uppboðssølu av fiskirættindum.[4][5]
Keldur
rætta- ↑ 1.0 1.1 j.fo - Sonja Jógvansdóttir
- ↑ "kvindernesblaabog.dk - Sonja J. Jógvansdóttir". http://www.kvindernesblaabog.dk/Default.aspx?pageid=17523. Heintað 2015-09-04.
- ↑ kvf.fo - Sonja J. Jógvansdóttir farin úr Javnaðarflokkinum
- ↑ portal.fo - Tvøramenn forða fyri uppboðssølu
- ↑ kvf.fo - Álitið kemur í dag